Nóa fann náði í eygum Harrans
Men Nóa fann náði í eygum Harrans. (1 Mós 6,8)
Heimurin var farin út av lagi. Guds besti skapningur, menniskjað, ið hann elskaði so høgt, hevði vent sær ímóti honum. MEN Gud gav Nóa náði; ein møguleika fyri menniskjað. So Gud segði við Nóa at taka síni nærmastu við í ørkina. Tað gjørdi hann, og eftir hetta hevði menniskjað enn ein kjans, og Gud lovaði aldri at gera slíkt aftur og gav okkum ælabogan sum sáttmálatekin.
Men henda kenda bíbliusøgan er einari aðrari og enn kendari bíbliusøgu lík. Nevnliga søgan um Frelsaran, Jesus, tí heimurin var deyðadømdur. Eingin fylgdi Guds anda, og vit vóru einki verd. Men Gud náðaði menniskjað, júst sum náðaði Nóa. Hann gav okkum Jesus til at taka allar okkara syndir og gera okkum ein veg til himmals, ja, ein veg til tann, sum elskar okkum mest. Tí at tað stendur í 1 Mósebók kapittul 6, at Gud “iðraði” seg um at hava skapað menniskjað. Tí tað einasta, vit høvdu uppiborið, var lívið burtur frá Gudi og saman við tí ónda. Men Guds kærleiki loyvdi hesum ikki; hann elskar okkum.
Til tíðir duga vit als ikki at fata henda kærleika. Hvussu kann nakað so gott sum Gud, elska nakað so býtt sum meg? Men júst sum hann náðaði Nóa, vil hann eisini náða teg, hvønn dag. Og fyri teg vildi Gud ofra sín einasta son, sum hann elskaði so høgt. Bara fyri teg. Og Gud hevði eisini ofrað Jesus, um tað bara var tú í heiminum, tí hansara kærleiki til TÍN er so stórur. Vit vóru bara burturkast, men Gud gav okkum endaleyst virði.
So kæri tú, sum lesur hetta, kanska tú hevur tað ringt, ella følir teg lítið verdan. Minst bara til, at Gud vil náða TEG, so nýt hvørja løtu, tú hevur, at æra honum. Tí hann ELSKAR teg.
Heri Danielsen, Toftir