Nøgdsemi

Skrivað: Bjarki Johannessen

“Atferð tykkara veri uttan peningaágirnd; verið nøgdir við tað, sum tit hava! Tí at hann hevur sagt: “Eg skal als ikki sleppa tær, og á ongum sinni fara frá tær” (Hebr 13,5).

Nøgdsemi er eitt hugtak og ein tilstandur, sum altíð hevur hugtikið menniskjuna. Menniskju hava til allar tíðir verið reflekterandi ella grundandi skapningar – soleiðis hevur Gud frá upphavi skapt okkum. Vit megna ikki at ganga ígjøgnum tilveruna, uttan at vit til tíðir steðga á og spyrja, um vit eru á rættari kós, og mong menniskju eru komin til ta niðurstøðu, at tey framvegis ikki eru nøgd, hóast tey hava alskyns materiellar lutir og hava rokkið teimum málum, sum tey hava sett sær fyri.

Menniskjan tráar altíð eftir onkrum hægri, og orsøkin til hetta er, at vit eru skapt av einum guddómligum skapara, og vit leingjast eftir tí fullkomileika, sum vit livdu í, áðrenn vit menniskju fullu í synd. Við syndafallinum kom nevniliga eisini ónøgdsemi.

Vit, sum hava tikið ímóti náðini í Jesusi Kristi, stríðast eisini við ónøgdsemi, og serliga í hesum tíðum, har vit í vesturheiminum hava atgongd til so nógvar materiellar ágóðar, gerst ónøgdsemi í enn størri mun ein freisting, sum vit dag og dagliga mugu stríðast ímóti.

Men Gud vil hjálpa okkum í hesum stríði, og tað ger hann við at vísa okkum á ta náði, sum hann við soni sínum Jesusi Kristi hevur givið okkum, at vit nú kunnu kalla okkum arvingar til hansara ríki. Gud er hjá okkum, hann sleppur okkum ikki, og hann fer á ongum sinni frá okkum. Tað er í hesum boðskapi, at vit finna frið. Ikki frið sum heimurin gevur, men Guds frið: “Frið lati eg eftir hjá tykkum, mín frið gevi eg tykkum; eg gevi tykkum ikki eins og heimurin gevur. Hjarta tykkara óttist ikki og ræðist ikki!” (Jóh 14,27)