Nú hava vit stafettina!

Skrivað: Jógvan Højgaard

”Soleiðis er skrivað, at Kristus eigur at líða og rísa upp frá deyðum triðja dagin, og at í navni hansara eigur at verða prædikað umvending og syndanna fyrigeving fyri øllum fólkasløgum” (Lukas 24,46).

Hetta eru truplar tíðir fyri Jesu lærusveinar. Fyrst varð meistari teirra avrættaður á einum krossi. So byrja søgurnar at ganga, um at onkur hevur sæð hann aftur á lívi. Hetta kvøldið hava teir læst seg inni av ótta fyri jødunum. Hóast tað stendur Jesus bara brádliga mitt ímillum teirra. Ei undur í, at teir gjørdust skakkir.

Teir práta saman og Jesus vísur til skriftirnar og gevur boðini um, at í navni hansara eigur at verða prædikað umvending og syndanna fyrigeving. Sum vitni um alt hetta skulu teir bera hetta út til øll fólkasløg.

Hesin vitnisburður er borin út til menniskju ættarlið eftir ættarlið. Eisini vit, sum liva í dag og hava Jesus sum Harra í lívi okkara, fáa somu boðini um at bera vitnisburðin um Jesus Kristus víðari.

Eru vit lýðin hesum kalli? Vit vita, at tað mangan er tungt og strævið at byggja nakað upp, men kann vera lætt og skjótt at bróta niður. So er eisini við missiónsuppgávuni. Um vit ímynda okkum, at okkara ættarlið fullkomuliga misrøkir hesa uppgávu. Hvussu sær so út hjá næsta ættarliði?

Hevur tú onkuntíð hugt eftir, tá rennarar renna til dømis fýra ferðir 100 metrar? Tann fyrsti spelar avstað við einum pinni í hondini. So kemur avgerandi løtan, tá pinnurin skal handast víðari til næsta rennara, meðan teir renna. Nervarnir hanga uttaná! Eitt, tvey og trý skiftir. Her kann verða avgjørt, um liðið vinnur ella tapir. Eitt miseydnað skifti, og tap er í hendi.

Stafettpinnurin, sum Jesus gav okkum, hevur skift frá ættarliði til ættarlið. Nú hava vit hann í hondini. Hvat gera vit við hann?