Nýggj hvønn morgun

Skrivað: Hanna Skorastein

“Náði Harrans er ikki uppi, miskunn hans ikki á enda; hon er nýggj á hvørjum morgni, mikil er trúfesti hans” (Harm 3,22–23).

Eg havi altíð verið sera glað fyri hesi bæði ørindini. Tað avhongur ikki av mær, hvørt himmalski faðir mín vísir mær náði og miskunn ella ynskir eitt samfelag við meg. Hvør dagur er ein nýggjur dagur, eitt nýtt óskrivað blað – Reinur, lýtaleysur. Eg sleppi at byrja av nýggjum.

Eg komi at hugsa um eina frásøgn, sum eg las fyri fleiri árum síðan. Ein ung kvinna var farin heimanífrá. Hon ynskti ikki at vera verandi hjá familjuni, sum eftir hennara tykki var strong og konservativ. Henda unga kvinnan livdi eina langa tíð á lívsins skuggasíðu. Foreldrini royndu at finna hana, tó uttan úrslit. Eftir at hava livað langa tíð á henda hátt, valdi hon at skriva til foreldrini, at hon ynskti at venda heim aftur. Hon bað um fyrigeving fyri at hava borið seg at, sum hon hevði. Hon lat tey vita, nær tokið, sum hon var við, kom til heimbygdina.

Meðan hon var á veg heim, kom hon at hugsa um, at kanska vildu foreldrini ikki longur vita av henni. Hon hevði borið seg ljótt at mótvegis foreldrunum. Kanska kundi tað, hon hevði gjørt, ikki verða fyrigivið. Hesum tonkum sat hon við, sum hon kom til heimbygdina.

Tá hon steig út úr tokinum, var stór fjøld av fólkum samankomið. Foreldur hennara, familja, vinir og bygdafólkið annars. Øll vóru tey komin at taka ímóti hesi kvinnu, sum nú var vend heimaftur. Av náði og fyrigeving slapp hon at byrja eitt nýtt lív.

Takk mín Gud, at náðin frá tær altíð er størri enn míni mistøk.