Nýggj í Kristi!
“Tí, um onkur er í Kristi, er hann nýggjur skapningur; hitt gamla er farið, sí, tað er vorðið nýtt!” (2 Kor 5,17)
Nikodemus spyr Jesus ein líknandi spurning í Jóhannes 3,4: “Hvussu kann nakar verða føddur, tá ið hann er vorðin gamal? Man hann aðra ferð koma inn í lívið hjá móður síni og verða føddur?” Ja, ein sjálvsagdur spurningur – tað er jú ikki logiskt? Eg elski Nikodemus, og hvussu ærligur hann er í hesum versunum. Hann sigur tað, sum vit sikkurt øll hugsa! Hetta er jú ikki til at skilja við okkara viti. Ímynda tær, um granni tín knappliga ætlaði sær at verða ein nýggjur persónur. Nú var hann ikki Pól meir, men Hans Jákup. Høvdu vit tikið tað í álvara?
Tá onkur av teimum, sum eru rundan um okkum, onkur sum vit hava kent í langa tíð, onkur sum ikki hevur livað eitt “pent” lív, onkur sum hevur gjørt eina brotsgerð ella líknandi – verður umvendur, taka vit tað so veruliga í álvara?
Bíblian fortelur okkum fleiri staðni, at tá vit taka ímóti Jesusi, so er alt tað gamla farið, og vit kunnu byrja av nýggjum hvønn dag, orsakað av hansara stóru ríku náði og hansara blóði, sum rann fyri okkum! Jesu blóð rann fyri okkum ØLL, og reinsaði okkum ØLL – sum vilja taka ímóti hansara frelsu. Óansæð nær í lívinum vit taka ímóti henni! Um tað er sum unglingi, ella sum vaksin og eisini aftaná okkara í menniskja eygum “stóru” feilir.
Duga vit sum trúgvandi menniskju at hyggja eftir hvør øðrum ígjøgnum Jesu blóð? At vit eru øll líka nógv fyrigivin? Síggja vit hvør annan við Jesu eygum? Er tað rætt av okkum at hanga okkum føst í tað “gamla lívið” hjá hvør øðrum, tá Jesus sjálvur sigur: “Sanniliga, sanniliga sigi eg tær: Eingin kann koma inn í Guds ríki, uttan hann verður føddur av vatni og anda”? (Jóh 3,5)