Nýtt lív
“Á tí degi skal gróðurkvistur Harrans verða til prýðis og dýrdar og ávøkstur landsins hábærsligur og dýrmætur fyri tey, sum komast undan í Ísrael” (Jes 4,2).
Í morgin er stytsti dagur, og hóast ljósið er sera avmarkað, vita vit, at nú fer at ganga móti ljósari døgum. Tað merkir, at tann kuldin og deyðin, sum nú eyðkennir lívið í náttúruni, loksins fer at sleppa takinum, og at alt fer at spíra og grógva aftur í vár og summar.
Hetta er ein góð mynd av tí Messias-væntan, sum jødafólkið hevði. Versið omanfyri er fyrstu ferð, at tann lovaði kongurin og frelsarin verður samanborin við ein gróðurkvist, ein spíra. Seinni verður myndin brúkt aftur fleiri ferðir. Hann, sum Gud fer at senda, skal vera byrjanin til nakað fullkomiliga nýtt. Og hann skal eisini vekja okkum syndarar aftur av deyða til nýtt lív.
Seinni í sama kapittli síggja vit, á hvønn hátt hesin gróðurkvisturin verður til lívs. Hann skal vaska syndarar fullkomiliga reinar í Guds eygum við sínum deyða og uppreisn. Tey, ið lata Messias gera tað, skulu fáa lut í Guds ævigu dýrd. Tað krevur, at vit geva Gudi rætt, tá hann sigur, sum er, at vit hava gjørt uppreistur móti honum; og tað krevur, at vit líta á, at Jesus hevur bjargað okkum við sínum fullgjørda verki á krossinum. Tá teljast vit millum “tey, sum komast undan í Ísrael”.
(Andaktirnar í desember eru skrivaðar við íblástri frá adventsandaktsbókini “Mens vi venter…” eftir Ditte Mortensen, Lohses Forlag 1994)