Okkara landi tørvar umvending

„Og teir, sum vóru av Ísraels ættarkyni, skildu seg burtur úr øllum fremmandum fólkum og gingu fram og játtaðu syndir sínar og misgerðir fedra sína. “
Neh.9,2

 

 

“… og teir gingu fram og játtaðu syndir sínar og misgerðir fedra sína.”

Max Lucado skrivar: “Tá ið Nehemia hevði hoyrt, at Jerusalem var lagdur í oyði, bað hann: “… eg játti tær syndirnar, sum vit ísraelsmenn hava gjørt ímóti tær, eisini eg og faðirætt mín hava syndað.” Neh. 1,6.

 

Máttmiklasti maður í landinum, skeinkjarin hjá kongi, sigur, at áðrenn teir kunnu fara at byggja uppaftur, mugu teir angra. Á tann mynd! Mannamúgvan biður í nógvar tímar. Fólk umbera seg ikki, tey koma ikki við frágreiðingum; men tey bara játta og angra. Kunnu vit ímynda okkum formenninar í landstýri og løgtingi, í ídnaðinum, í rættarverkinum, í undirhaldsvinnuni og undirvísingarverkinum gera tað sama? Hevði tað verið gjørligt?

 

Ja, um tað byrjar við okkum. “Um fólk mítt, sum navn mítt er nevnt yvir, tá bønandi fellur á knæ og søkir ásjón mína og víkur frá vondu vegum sínum, tá vil eg bønhoyr tey á himni og fyrigeva syndir teirra og grøða land teirra.” 2. Krýn. 7,14.

 

Tjóðin broytist, tá ið Guds fólk broytist. Vit taka til orðanna, tá ið tað ræður um tað, sum er skeivt í landi okkara; men vit gerast kvirr, tá ið tað ræður um tað, sum er skeivt við okkum sjálvum. Vit kunnu sammetast við mannin, sum á einum bønamøti bað: “Gud, eg takki tær, at tað í hesum landi eru menniskju sum eg. Manninum á gøtuhorninum tørvar umsorgan. Tað tørvar mær ikki. Skøkjan úti á gøtuni hevur AIDS, tað havi eg ikki. Brennivínsmanninum á vertshúsinum tørvar alkohol, tað tørvar mær ikki.”

 

Undir liðini á honum sat ein niðurundirkomin maður, sum eyðmjúkt teskaði: “Harri, sum bróðir mín, ið fær eina veiting úr Almannastovuni, eri eg eisini bundin at tínari náði. Sum systir mín við AIDS, eri eg smittaður við mistøkum og skeivleikum. Sum vinur mín á vertshúsinum, er mær tørvur á onkrum, ið linnar mína pínu. Gud náði meg arma syndara.”

 

Eftir at Jesus hevði borið fram eina líknandi frásøgn, segði hann: “Hesin fór rættvísgjørdur heim til húsa, men hin ikki; tí at ein og hvør, sum setir seg sjálvan høgt, skal verða settur lágt; men tann, sum setir seg sjálvan lágt, skal verða settur høgt.” Luk. 18,14.

 

Hugmóð peikar á onnur. Eyðmýkt peikar á ein sjálvan og viðgongur, at umvending er neyðug, og at hon byrjar við mær.”

– – –

Tað eru ting, sum vit ikki kunnu biðja okkum frá.

Tað eru ting, sum vit ikki kunnu gráta okkum frá,

tí hetta eru ting, sum vit mugu umvenda okkum frá.

“… et Ord til Dagen” Effie Campbell umsetti