Okkara næsti
“Tí at líkasum vit á einum likami hava nógvar limir, men limirnir hava ikki allir sama gerning, soleiðis eru vit hinir mongu eitt likam, men hvør fyri seg eru vit limir hvør hjá øðrum” (Róm 12, 4-5).
Kristindómur er ikki eitt “sololøb”. Vit eru eitt lið, og vit eru noydd at standa saman. Vit vinna einki einsamøll. Vit eru sett saman sum ein stór ófullkomin familja. Vit eru jú øll ófullkomin og full í veikleikum, og tað er tí, at vit hvør einsæris hava sæð í eyguni, at vit hava brúk fyri Gudi.
Men hóast okkara veikleikar vil Gud kortini brúka okkum! Og hvør einstakur hevur ein leiklut í Guds arbeiði. Duga vit at síggja eginleikarnar hjá hvør øðrum? At uppmuntra, byggja upp og hjálpa hvør øðrum at tæna?
John F. Kennedy segði einaferð: “Dont ask what your country can do for you, but what you can do for your country!” Hetta kunnu vit gott seta inn í okkara samkomulív. Hvat gera vit fyri okkara samkomu og okkara næsta?
Vit eru ikki eygleiðarar til eitt møti, vit eru partur av tí. Í okkara samfelag renna vit so nógv eftir tí, sum undirheldur okkum, at vit ofta gloyma at tæna, beint har sum vit eru.
Vit kunnu brúka myndina um Mariu og Martu sum dømi. Vit mugu fyrst og fremst seta okkum við Jesu føtur og fylla á. Men so hevur Jesus eisini biðið okkum elska okkara næsta og fortelja øðrum um hann, og tá eru vit noydd at verða meira sum Marta og reisa okkum upp og fara í gongd!
So, eru vit villig at gera okkara part av likaminum, og møguliga ofra nakað? Vit hava brúk fyri hvør øðrum at røkka so langt sum gjørligt; og Gud hevur eisini ætlað, at vit skulu brúka hvør annan, tí annars koma limir á likaminum at mangla!