Okkara virði er í Gudi – ikki heiminum

Skrivað: Unn Breyt Kass

”Tá myndaði Harrin Gud mannin av mold jarðar og blásti lívsanda í nasar hans, og soleiðis varð maður til skepnu” (1. Mós 2,7).

Vit liva í einum heimi í dag, sum setir ótrúliga høg krøv til okkum sum menniskju. Vit skulu helst vera ”populer” á Facebook og Instagram, síggja gott út og so víðari.

Vit noyðast tó ferð aftaná ferð at sanna, at tað er ikki altíð so lætt at uppfylla hesi krøvini, sum skulu til fyri at vera ”nóg góð” – tað er næstan ómøguligt fyri tey flestu av okkum. Vit gera ein so stóran innsats fyri at tekkjast heiminum. Men hvussu eiga vit í veruleikanum at fyrihalda okkum til hetta? Eiga vit fyri alt í verðini at royna at liva upp til tey strongu krøvini, sum heimurin setir okkum? Nei! als ikki! Vit eru nemliga skapað av einum sera dugnaligum listamanni, sum hevur gjørt sær ómak við at skapa okkum, júst sum vit eru. Og hann stríðist hvønn dag við at minna okkum á, hvussu virðismikil vit eru; hvussu væl nøgdur hann er við úrslitið av júst TÆR! Latið okkum ikki brúka so nógva tíð uppá at tekkjast heiminum, sum setir so órímiliga høg krøv til okkum. Latið okkum heldur brúka tíð uppá at vísa hetta meistaraverkið, sum vit eru, fram við at vera glað í okkum sjálvum, takkandi honum, sum skapaði okkum.