Øll skulu rísa upp

”og havi ta vón til Guðs, sum teir sjálvir eisini hava í væntan, at uppreisn skal koma at verða bæði av rættvísum og órættvísum. ”
Áps.24,15

 

 

Kann nakað vera meira troystarleyst enn tað at fylgja einum kærum vini til gravar, steðga á gravarbakkanum og hoyra orðini, sum fylgja við jørðákastingini: av mold er tú komin, til mold skalt tú verða?

 

Men kann so nakað vera so troystarríkt sum tey seinastu orðini við jørðákastingina: men úr mold skalt tú aftur rísa upp!

 

Grøvin skal ikki verða hitt seinasta hjá tí einstaka menniskjanum. Jesus Kristus hevur við uppreisn síni skipað so fyri, at øll skulu rísa upp – bæði rættvís og órættvís.

 

Rættvís eru tey, sum hava tikið við trúnni á Jesus, meðan hini eru órættvís.

 

Uppreisn Jesu hevur gjørt, at tey órættvísu skulu rísa upp. Jesus sigur, at øll tey, sum eru í grøvunum, skulu hoyra reyst hansara. Gud hevur givið Jesusi mátt og myndugleika til at kalla øll – bæði livandi og deyð – fram fyri dómarasæti sítt á dómadegi.

 

Í opinberingsbókini sigur Jóhannes okkum nakað um henda dagin. ”Og eg sá teir deyðu, stórar og smáar, standa framman fyri hásætinum, og bøkur vórðu latnar upp; og onnur bók varð latin upp, og tað er lívsins bók, og hinir deyðu vórðu dømdir eftir tí, sum skrivað var í bókunum, samsvarandi gerningum teirra. Og havið gav frá sær teir deyðu, sum í tí vóru, og deyðin og helheimurin góvu frá sær teir deyðu, sum í teimum vóru, og teir vórðu dømdir ein og hvør samsvarandi gerningum sínum. Og deyðin og helheimurin vórðu kastaðir í eldsjógvin; hetta er hin annar deyðin, eldsjógvurin. Og um einhvør ikki fanst skrivaður í lívsins bók, varð hann kastaður í eldsjógvin. ” Opb.20,12-14

 

Henda dagin kennir eingin – ei heldur tíman. Men Bíblian sigur, at Jesus kemur skjótt, og vit eiga at vera vakin, og tann, sum er sovnaður burtur í líkasælu og vantrúgv, eigur at vakna, tí øll skulu fram fyri Harran Jesus, trúgvandi og vantrúgvandi – rættvís og órættvís – tann sum vil, og tann, sum ikki vil.

 

Tí eru hesi orðini: úr mold skalt tú aftur rísa upp, sera, sera álvarsom – so troystarrík tey annars kunnu tykjast at vera.

 

Jú, sanniliga, øll skulu rísa upp, men ikki á sama hátt.

n.