Øll skulu rísa upp
”Og havið gav frá sær teir deyðu, sum í tí vóru, og deyðin og helheimurin góvu frá sær teir deyðu, sum í teimum vóru, og teir vórðu dømdir ein og hvør samsvarandi gerningum sínum. ”
Op.20,13
Ápostulin Jóhannes upplivdi tað sjáldsama at síggja inn í himmalin, skoða Guds dýrd og í brotum at fáa eina mynd av tí, ið henda skal í seinastu døgum, tá ið Frelsarin setist í dómarastólin, tá ið eingin tíð er meir til iðran og bøn, tá ið skilt verður millum tey, ið trúðu, at Jesus Kristus fyri teirra skuld varð krossfestur, deyður og upprisin, og so tey, sum ikki trúðu tí. Jóhannes sá, hvussu tey deyðu fóru at koma fram fyri dómaran. Stórar og smáar sá hann standa fyri hásætinum, meðan lívsins bók varð latin upp, og teir vórðu dømdir eftir gerningum sínum. Tey, hvørs nøvn vóru skrivað í lívsins bók, vóru tey, sum tikið høvdu við náðini og fyrigevingini, sum er í Kristus Jesusi, og sum eiga ævigt lív, meðan hini vórðu víst burtur til glatan, til hin annan deyðan, til eldsjógvin.
Um ikki Kristus hevði fullgjørt frelsuverkið, kundi jú eingin av okkum komið í lívsins bók og funnið náði – tá kundi einki menniskja staðið fyri dóminum. Men nú hevur Kristus átikið sær alla heimsins synd og goldið við líðing, deyða og helheimi. Og við uppreisn og himmalferð síni hevur hann víst, at hann sigraði, og at Gud góðtók frelsuverk hansara. Gerningar okkara á dómadegi vera tí, annaðhvørt vit hava tikið við trúnni á Jesus ella ikki.
Her í lívinum búgva trúgvandi og vantrúgvandi saman. Tað verður til tann stóra heystardagin, tá ið deyðin og helheimurin skulu geva frá sær aftur tey deyðu. Tá kemur skilnaðurin, soleiðis sum Jesus eisini sjálvur sigur frá í líknilsinum um illgrasið í hveitiakrinum, og um, tá ið menniskjusonurin kemur í dýrd síni.
Gleðiligt verður tað ein dag at rísa upp úr deyðans dúri til ævigt lív av náði.
Men ræðuligt verður tað at rísa upp til at doyggja í ævigari glatan.
Allar súður eru ikki syftar á gravarbakkanum. Vit skulu øll rísa upp.
n.