Onga nýtslu av Bíbliuni
”Hav altíð hesa lógbók á munni og grunda yvir hana dagar og nætur, til tess at tú heldur alt tað, sum í henni er ritað; tá fer alt at vignast tær væl, og tú verður happadrúgvur. ”
Jósva 1,8
Ein bygdamaður var komin til bíggjar við syni sínum, ið skuldi læra til skómakara.
Dreinginum varð víst inn í eitt lítið kamar, og har byrjaði hann so at taka viðføri sítt upp úr kuffertinum. Pápin sat inni í stovuni, og har kundi hann hoyra hvørt orð, ið meistarin og sonur hansara tosaðu inni í kamarinum. ”Íðan so,” hoyrdi hann meistaran siga, ”tú hevur eisini eina Bíbliu við tær. Hana nýta vit ikki her. Legg hana bert niður aftur í kuffertið, so kann pápi tín taka hana heim aftur við sær”.
”Ja, ja,” segði pápin og lat kamarsdyrnar upp, ”Eg skal taka hana heim aftur við mær; men eg taki eisini dreingin heim við mær. Hans, legg klæði tíni beinanvegin niður í aftur kuffertið!” Uttan at siga meira tók hann viðførið, beyð farvæl og fór avstað við dreinginum.
Tey børn eru ikki illa stødd, hvørs foreldur eru vandin um, hvør ið skal búgva tey út til lívsverk teirra.
Chr.Høj