Ongantíð ov seint at hugsa um skaparan

Skrivað: C. Bartholdy
Týtt: Henry D. Joensen

“Og hugsa um skapara tín í ungdómsdøgum tínum, áðrenn teir vondu dagarnir koma, og tey árini nærkast, sum tú sigur um: “Tey huga mær ikki!” (Præd 12,1)

Eigur tú eina Bíbliu, eigur tú at lesa allan henda víðakenda kapittul, sum strangliga lýsir aldurdómin. Sanniliga, Gud kennir okkum, skapning sín. Honum kemur í hug, at dust vit eru.

Hyggja vit at tí fyrsta versinum. Hvat skal tann gera, sum tá hann lesur hetta, má siga við seg sjálvan: hetta er júst tað, eg havi misrøkt. Eg hugsaði millum nakað og einki um Skapara mín í ungdómsdøgunum. Gamal maður segði við meg ein dagin, at tá ið hann var ungur kom stór veking í bygdina. Fleiri av ungdómsvinum mínum tóku við trúgv. Hesir fóru frá mær, og eg gjørdist einsamallur. Eg boygdi meg ikki fyri Guds kalli. Eg fann mær ein útveg burtur úr einsemi mínum og gjørdist frímúrari. “Tað var tó ikki nakað skeivt at gera,” segði hann so. “Nú eri eg vorðin gamal og fari skjótt hiðani, og hvussu so? Tá hjálpir mær frímúraraátakið mær lítið.”

Eg gloymi tað tó ongantíð, fyri mær var tað ein undursom uppliving, at eg kundi siga honum frá, at vegurin til Guds enn stóð opin. Hann er eisini opin fyri gomlum. Jesus er vegurin, og hansara innbjóðing er galdandi øllum: “Komið higar til mín øll tit, sum arbeiða og ganga undir tungum byrðum, og eg vil veita tykkum hvílu.” (Matt 11,28) Tað er lættari hjá einum ungum. Men hetta er eisini galdandi bæði ungum og gomlum: fyri menniskjum er tað ógjørligt; men fyri Gudi er alt gjørligt.

Um burturfarna sonin, stendur, tá hann var havnaður millum svínini og fór at hugsa um, hvussu gott hann hevði tað í barnaheiminum – orðarætt: “tá gekk hann í seg sjálvan”. Hann hevði við øðrum orðum livað lívið inntil tann dag sum ein, ið ikki hevði sítt fulla skil. Nú sær hann brádliga veruleikan við sær sjálvum. So ikki bara avgjørdi hann at venda um og finna sær heimið aftur. Tað gjørdi hann; men fyrst gekk hann í seg sjálvan og síðan: “hann kom aftur til faðir sín”.

Hetta kann eydnast – eisini einum gomlum.

Klokkan slær, tíðin fer,

ævin endaleys fyri er.

(Slb. 349)