Orð eru máttmikil
“Úr sama munni koma signing og banning. Hetta eigur ikki at vera so, brøður mínir.” (Ják 3,10)
Eg hugsi mangan um eitt spæl, sum eg mangan spældi fyri nøkrum árum síðani. Spæli eitur ”Heingja mann” og gekk út upp á at gita eitt ella fleiri orð. Fyri hvørt orð ella bókstav tú gitti skeivt, var ein liður av manninum teknaður á myndina afturat. Tá høvd, kroppur, armar, bein og andlit vórðu teknað, og orðið ikki var funnið, var spælið tapt.
Sum lítil hugsaði eg ikki nógv um tað at heingja ein mann, men so sá eg eitt sitat, sum ljóðaði: ”Heingja mann er eitt fínt dømi um, hvussu tú kanst drepa ein persón við at siga okkurt skeivt.”
Hetta fekk meg at hugsað. Tað er viðhvørt at vit siga okkurt við onkran annan, sum vit ikki meina ilt, men viðkomandi verður særdur av orðunum.
Sum trúgvandi eru vit Jesu vitni. Vit eru bíblian fyri tey, ið ikki lesa hana. Tí er tað so týdningarmikið at vit hugsað okkum um, áðrenn vit tosa.
Lat okkum minnast til at orð eru máttmikil – men verða tey nýtt á rættan hátt, kann Gud brúka tey til stóra signing.