Orðið aleina

Skrivað: Kaj Eli Hansen

”Brann ikki hjartað í okkum, meðan hann talaði við okkum á veginum, tá ið hann læt upp skriftirnar fyri okkum?” (Luk 24,32)

Hevur tú havt hesa uppliving, líkasum hesir báðir lærusveinanir hjá Jesusi á veg til Emmaus?

Myrkrið fylti teirra sál og sinn. Tað, sum teir høvdu roknað við, ja, tað, sum teir høvdu bygt sítt lív uppá, alt tað var nú knúst.

Men so kemur Jesus og byrjar at fylgjast við teimum. Tað ger Jesus eisini við tær. Hann kennir teg og allar tínar trupulleikar.

Jesus kemur fyri at hjálpa, og tað ger Jesus ígjøgnum Orðið. Djevulin vil hava teg at nokta fyri eini slíkari hjálp. Hann sigur ”hvat kann Orðið, Bíblian, hjálpa – ein gomul, avoldað bók?” Soleiðis kann Djevulin siga, men trúgv ikki tínum ringasta fígginda, sum altíð roynir at halda teg burtur frá Orðinum, sum Gud hevur givið okkum av síni náði. Bið um eitt orð, lat tína Bíbliu upp, og vita, um Orðið ikki stendur fast enn í dag!

Undrið hendir, Jesus kemur. Hann er tær líka nær sum Bíblian, tú heldur í hondini. Les, hvat Jesus hevur gjørt fyri teg, og síggj hansara endaleysa kærleika til tín, við tað at hann læt seg doyggja á einum krossi tína vegna.

Trúgv tí!