Óttast ikki!

Skrivað: C. Bartholdy
Týtt: Henry D. Joensen

Hetta orðið kemur sera ofta fyri í Bíbliu okkara. Óttast ikki Ábraham, eg eri skjøldur tín og verja, sigur Gud. Óttast ikki, eg endurloysi teg, eg nevni teg við navni, sigur Gud gjøgnum profetin til sítt mótfalna útlagna fólk. Óttast ikki, eg kunngeri tykkum eini stór gleðiboð, sum skulu vera fyri alt fólkið, segði eingilin við hirðarnar jólanátt.

Gud veit, hvat tær bagir. At okkara óeydna er, at vit ferðast um og bera ótta í sál og í sinni. Í barnaárunum var tað myrkrið, okkum ikki dámdi. Myrku krókarnir hýstu onkrum óhugnaligum. Nú standa vit framman fyri einum øðrum óframkomandi myrkri, ið ræðir: framtíðini. Ja, sjálvt vit, sum vita, at okkum bíðar okkurt, sum okkum ikki líkar, og tí liggur óttin og lúrir. Kanska óttin fyri einari heilabløðing, kanska einum pínufullum deyða. Minnist ein eldri mann, eg kendi. Hann gjørdi av við seg sjálvan, tí hann hevði fingið at vita, at hann hevði fingið krabbamein. Eisini minnist eg ein bónda. Hann dugdi at síggja, at hann og konan ikki fóru at liva av tí, tey høvdu spart saman. Ótti, og aftur ótti valdar heiminum. Stórveldini óttast tí, tey sjálv hava megnað at skapa: Atombumbuna til dømis. Óttin er ein fylgja av, at Gud er vorðin burtur í øllum.

So statt siga vit, ið trúgva og “hava smakkað Guds góða orð og krefturnar av komandi heimi” (Hebr 6,5): Tá ið vit eins og steðga á og gerast bangin, tá er vandi á ferð; tá eru vit komin burtur frá Gudi.

Hvat er tá til ráða at taka? Eg kenni bara eitt; eg kenni skomm av at vera bangin sum ein hundur fyri menniskjum. Bangin fyri, hvat hesi ætla, og bangin fyri tí, ið ger mær ónt.

Tá lýsir í aftur, tí eg hugsi um hann, sum ikki skammaðist at kalla okkum brøður. Hann leið til fulnar alt fyri okkum av sorg og neyð og pínu.

Ver tú mær hjá, nú sólin fór um sýn,

og dagur aftnar, kæri Harri mín!

Tá onnur hjálp og uggan fellur frá,

hjálp teirra hjálparleysu, ver mær hjá!

(SB 512,1)