Óttast ikki
Tá ið Jesus greiðir lærusveinum sínum frá, at hann fer at doyggja, sær hann óivað óttan í andlitum teirra, og tí troystar hann teir við orðunum: »Hjarta tykkara verði ikki óttafult! Trúgvið á Guð, og trúgvið á meg!
Jesus veit væl, at vit kunnu koma í so truplar støður, at vit missa fótafestið. Hann sigur tí ikki bara “óttist
ikki”, tí vit kunnu øll koma í støður, har vit óttast eitt ella annað.
Í staðin fyri óttan setur Jesus trúnna á Gud og á seg sjálvan.
Og tað er tað, vit hava brúk fyri. Vit hava ikki brúk fyri einum lærara, ið kann geva okkum góð ráð og vísa
okkum eitt gott fyridømi. Vit hava brúk fyri einum frelsara, sum er vegurin fyri okkum, sum er sannleikin til okkara og sum er lívið í okkum. Tað er Jesus – og tí er hann ikki bara tann, sum grundlegði kristindómin, nei, hann er kristindómurin sjálvur. “Eg eri vegurin, sannleikin og lívið,” segði hann.
Hann er ikki bara ein vegvísari, hann er vegurin sjálvur. Hann er ikki bara ein, sum boðar sannleikan, hann er sannleikin sjálvur. Hann er ikki bara ein, sum gevur okkum lívið, men hann er lívið sjálvur.