Pætur gekk á vatninum

Skrivað: Anna Marjun Hentze

Jesus? Fyrst tekur hann sær av mær, og síðani spekir hann aldurnar  (Matt 14,22-36):

“ Í tí sama rætti Jesus hondina út og tók í hann og sigur við hann: “Fátrúni maður, hví ivaðist tú?” Og tá ið teir vóru komnir inn í bátin, makaði vindurin” (31.-32. vers).

Hetta hevur Pætur lært meg: Fyrst tók Jesus í hondina á honum, og so fekk hann vindin at minka.

Tí kann eg hyggja á Jesus og ikki á aldurnar. Ja, í grundini er vandamikið at hyggja at aldunum í hesum samanhanginum (v30).

Fyrst leyp Pætur á bláman, í trúgv á Jesus (v28-29). Men so gloymdi hann Jesus eina løtu, tí hann fokuseraði upp á aldurnar (v30).

Hví mundi Pætur skifta fokus? Stoltleiki? Ella ivi?

Men Jesus vildi minna hann á at hava álit á sær. Tí tað var í trúnni á Jesus, at Pætur kundi ganga á vatninum. Tá er hvørki grund til stoltleika ella mótloysi.

Neyvan var stuttligt hjá Pæturi at fortelja um sínar ósigrar, har Jesus mátti taka um endan. Men hann visti, at tað var neyðugt, fyri at onnur (eisini eg) skuldu skilja, at tað ber til at seta sítt álit á Jesus.