Ræddir hóast teir sóu Jesus

Skrivað: Bjarta Ásbjørnsdóttir Berhelsen

”Og hann sigur við teir: «Hví eru tit ræddir, fátrúnu menn!» So reistist hann og hóttaði at vindi og aldum, og tað varð blikalogn” (Matt 8,26).

Jesus fer í ein bát, og lærusveinarnir fylgja honum. Tá teir koma út á havið, verður illveður. Lærusveinarnir gerast bangnir, men Jesus liggur og svevur.

Mær dámar væl søguna um, tá Jesus blíðkar sjógvin. Søgan vísir so væl, hvussu tryggur Jesus er. Jesus ræðist ikki illverðrið, hann veit, at Gud hevur skil á støðuni.

Eg havi eisini mangan undrast, hví lærusveinarnir gerast bangnir. Lærusveinarnir síggja Jesus. Jesus er fysiskt saman við teimum, og teir ræðast kortini. Hvussu kundu lærusveinarnir ræðast, tá Jesus var beint har?

Eg trúgvi, at lærusveinarnir hava ikki væntað nakran storm. Lærusveinarnir vórðu óivað bilsnir, at teir møttu illverðri – tí Jesus var í bátinum.

Vit menniskju standa mangan í hesi støðuni. Vit halda, at av tí vit hava tikið ímóti Jesusi, og hann er við okkum, fara vit ikki at møta nøkrum stormi. Og tá lívstormarnir raka, royna vit at vakja Jesus.

Nógv menniskju, bæði trúgvandi og ikki trúgvandi halda, at tá man tekur ímóti Jesusi, er lívið bara gott.

Men Gud hevur ongantíð lovað, at vit skulu hava tað lætt í lívinum. Nei hann hevur nevniliga lovað beint tað øvuta – ”Og tit skulu verða hataðir av øllum fyri navns míns skuld; men tann, ið heldur út til enda, hann skal verða frelstur” (Matt 10,22)

Tó er tað so gott at vita, at Gud eisini hevur lovað, at hann vil verða við okkum og styrkja okkum í storminum.

 

Við Jesus’ í bátinum

at stormi eg smílist

stormi eg smílist

stormi eg smílist.

Við Jesus’ í bátinum

at stormi eg smílist

til hann tekur meg heim.