Ránsmenninir

Skrivað: Jóhanna Steinhólm

Annar skal verða tikin við, og annar latin eftir. (Luk 17,34)

Tá Jesus hekk á krossinum vórðu tveir ránsmenn eisini krossfestir. Hesir ránsmenn høvdu nokk havt somu kor ígjøgnum lívið. Teir høvdu gjørt ilt ímóti øðrum og trúðu ikki á Gud. Ja, teir høvdu gjørt so nógv ringt, at teir fingu deyðadóm.

Men hóast teirra lív líktist, fekk ein teirra nýtt lív.

Teir hingu har saman við Jesusi. Ein teirra spottaði Jesus og spurdi, hví heimsins frelsari ikki kundi bjarga sínum egna lívi. Enntá meðan hann hekk til tað síðsta og tað var eingin útvegur hjá honum, tók stoltleikin yvir.

Men hin uppførdi seg øðrvísi. Ístaðin fyri at spotta, spurdi hann Jesus: “Kanst tú minnast til mín, tá tú kemur í himmiríkið?” Og Jesus svarar: “Í dag skalt tú vera við mær í Paradís.” Hesin ránsmaður hekk til tað síðsta, eins og hin, men valdi heldur at viðganga, at hann hevði gjørt skeivt og eyðmjúkliga spurdi Jesus, um enntá ein ránsmaður kann koma til himmals.

Jesus doyði á krossinum fyri øll menniskju. Altso ØLL menniskju. Eisini tey, sum ikki liva eftir Guds vilja, eisini tey, sum avnokta hann, spotta hann. Tey, sum velja hann frá, vil hann eisini bjarga.

Tað finst ikki ein størri kærleiki enn tann, sum Jesus vísti okkum ígjøgnum sín deyða. Líkamikið, hvussu nógv ilt tú hevur gjørt, fer Jesus enn at elska teg og enn at vera hjá tær. Vit ØLL fáa atgongd til hendan kærleika, men ikki øll vilja taka ímóti honum.