Renna vit undan Jesusi?

Skrivað: Jóannis Fonsdal

“Men allir tollarar og syndarar hildu seg nær at honum fyri at lýða á hann” (Luk 15,1)
Sagt verður um nøkur børn í New Zealandi, at tey vóru vilst úti í einum skógi. Sum tey ganga, hoyra tey røddir, ið rópa á tey, men skilja ikki, at tað eru vinir, sum eru komnir at leita eftir teimum og bjarga teimum. Børnini renna í staðin fyri undan longur og longur inn í skógin og detta at endanum um av maktarloysi. Ikki fyrr enn tá verða tey funnin og borin heim.

– Á, sum tey vóru býtt at renna undan teirra bjarging, kunnu vit siga, men spurningurin er, um vit menniskju ikki mangan líkjast hesum børnum. Jesus leitar eftir okkum og kallar á okkum við síni mildu rødd fyri at bjarga okkum. Men gakk, ein rúgva vil ikki vita av honum og bjarging hansara.

Tollararnir og syndararnir, sum vit lesa um í Lukas 15, vóru – eins og tann eini seyðurin og hesi áðurnevndu børn – vilstir av leið, men mong teirra hoyrdu Jesu rødd og runnu ikki undan teirra bjarging. Teir kendu sína støðu og skiltu, at Jesus hevði nakað at bera teimum, at teimum tørvaði Jesus. Lat okkum líkjast teimum.