Rúm fyri Jesusi

Skrivað: Ámundur Berthelsen

Heimsins frelsari mátti føðast í einum fjósi, tí ikki var rúm fyri honum á gistihúsunum. – Sum tá, so eisini nú. – Hesin heimurin, ella heimsins børn, hava ikki rúm fyri frelsaranum.

Man tað vera rúm fyri Jesusi á teim mongu gistihúsunum og hotellunum, vit finna í dag? – Ella hygg at teim mongu heimunum uttan um okkum. Hvussu mong hava, ella tykjast at hava, rúm fyri frelsaranum, Jesusi Kristi? (Helst bert tey fáu).

Mong hava rúm til alt annað – bert ikki til hansara. Tey hava rúm og tíð til stórar veistlur og annað skemt, men Jesus má úrslitaleyst banka á dyrnar. Og tað er ikki so løgið, at har ikki er hjartarúm, har er sjáldan húsrúm.

So kemur Jesus til okkara, sum hann kom til lærusveinarnar hinaferð, og sigur: ”Hvønn siga tit meg vera?”

Men, kæri vinur, hevur tú rúm fyri tínum frelsara? Ja, henda spurning mást tú sjálv/ur svara uppá. Men eitt veit eg: HANN HEVUR RÚM FYRI TÆR – eitt stórt rúm í sínum frelsara hjarta og eitt tilbúgvið rúm í sínum himli. Men hann vil hava rúm í tínum hjarta, og í tínum lívi, annars verður títt pláss í himlinum givið einum øðrum. Lat hetta vera ein spurningur, sum í dag skal gera títt hjarta kvirt fyri tí livandi Gudi. – Hevur tú rúm fyri Jesusi? – Hevur tú rúm fyri honum allastaðni, hvar tú fert og ert? – Hevur tú rúm fyri honum í øllum tí, tú nevnir títt? – Er einki stað, har tú steingir hann úti?

Ofta kann eitt Guds barn hava eitt lítið rúm, har Harrin Jesus ikki fær loyvi at koma inn. – Hjá einum kann tað vera pengapungurin. Hann er afturlatin fyri Jesusi. Alla aðrastaðni kann hann ráða, men her vilja vit sjálv ráða.

Hjá einum øðrum kunnu tað vera siðirnir. Hesir heimsins siðir, sum binda so mong hjørtu.

Aftur hjá øðrum kunnu tað vera so mong onnur ting: til dømis hin dagligi gerningurin – tey, ein dagliga umgongst – arbeiðið og mangt annað.

Kæra menniskja, vara teg fyri hesum mongu rúmunum, tí har frelsari tín ikki fær loyvi at koma inn, har skalt tú ivaleyst finna hin ónda. – Men Paulus sigur í Efesus 4,27: gevið ikki djevlinum nakað førið!. Vara teg fyri at friða honum ein blett, tí tað endar lættliga við, at hann ognartekur alt, og tá er hitt seinna verri enn hitt fyrra.

O, Harri, tú skalt eiga fyrsta plássið í míni sál og í øllum, sum eg eigi.

Takk, Harri, fyri, at tú vilt viðurkenna tær at búgva í einum syndadálkaðum hjarta og lívi, tú stóri frelsari, sum himlarnir ikki kunnu rúma.