Sáa signingar
Tann, sum sáar við signingum, skal eisini heysta við signingum” (2 Kor 9,6b).
Vit kunnu á nógvan ymiskan hátt vera til signingar fyri hvør annan. Bíblian leggur okkum eina við at vera gestablíð og at kappast um at veita hvør øðrum virðing.
At geva hvør øðrum gætur og at birta hvør undir annan til kærleika og góðar gerningar.
Vinarlig orð eru ikki uttan týdning, men hava stóran týdning. Vinarlig orð eru dýrur hunangur, søt fyri sálina, heilsubót fyri beinini.
Vælgerin sál skal verða ríkliga mettað, og tann, ið øðrum lívgar, skal sjálvur verða lívgaður.
Vit eru ætlað til at vera til signingar fyri hvør annan. Og tað, sum vit eru signað við, er ætlað til, at vit skulu signa onnur við.
Tann, sum sáar í holdi sínum, skal av holdinum heysta týning; men tann, sum sáar í andanum, skal av andanum heysta ævigt lív. Tí kunnu vit hava í huganum, at vit eisini við fúsleika boða gleðiboðskap friðarins, sum tað stendur í Efesusbrævinum 6,15.
Men latum okkum ikki troyttast av at gera tað, sum gott er! Tí at í sínum tíma skulu vit heysta, um vit ikki gevast. Latum okkum tá, eftir tí sum vit hava føri til, gera øllum gott og helst trúarfeløgum okkara.
Vakið, standi fastir í trúnni, verið manniligir, verið sterkir! Alt hjá tykkum verið gjørt í kærleika!
Má Gud hjálpa okkum at vera til signingar fyri hvør annan.
(Víst verður til bíbliuversini: Gal 6,8-10; 1 Kor 16,13-14; Rom 12,10 og 13; Hebr 10,24; Orðt 16,24 og 11,25.)