Aftur til forsíðu

Sæl eru tey, sum ikki hava sæð og tó trúgva

Sæl eru tey, sum ikki hava sæð og tó trúgva

Skrivað: Rúni Hentze

“Sæl eru tey, sum ikki hava sæð og tó trúgva” (Jóh 20,24-31).

Hesi orðini sigur Jesus við Tummas, sum ikki vildi trúgva, at Jesus var upprisin, uttan so at hann slapp at síggja naglamerkini í hondum hansara og leggja hondina á síðu hansara.

Tá Tummas sær naglamerkini og sárið í síðu Jesusar, sigur hann: “Harri mín og Gud mín!” Hann sigur ikki bara, at Jesus er Harri og  Gud, men hann sigur, at Jesus er mín Harri og mín Gud. Tummas skilir nú, at tað, sum Jesus gjørdi á krossinum og gjøgnum uppreisnina, tað hevur hann eisini gjørt fyri Tummas’sa skuld. Tá Tummas og hinir ápostlarnir møta Jesusi eftir uppreisnina, so er tað ein vitnisburður, sum kemur at standa so leingi, sum tíðin varar, tí teir vóru eygnavitni til hetta: Hann er upprisin!

Men Jesus sigur, at “sæl eru tey, sum ikki hava sæð og tó trúgva”. Og tað eru korini, sum vit liva undir í dag. Vit sleppa ikki at síggja tann likamliga upprisna Jesus her í lívinum. Vit hava lyfti um, at hetta er nakað, sum bíðar fyri framman:  “Tit elskaðu! Nú eru vit børn Guds, og ikki er opinberað enn, hvat vit skulu verða. Vit vita, at tá ið hann opinberast, skulu vit verða honum lík, tí vit skulu síggja hann, sum hann er” (1 Jóh 3,2). Hetta er tann kristna vónin!

A+