Sælur er maður

Skrivað: Annelisa Rasmussen

“Sælur er maður, ið lít sína hevur til Harrans” (Sálm 40,5).

Tey flestu av okkum hava blást sápubløðrur. Um man er úti og blæsir, kann man síggja alskyns litir í hesum sápubløðrum. MEN tað sum hendir við teimum er, at knappliga bresta tær og hvørva. Soleiðis, sum tað er við sápubløðrunum, at tær eru eina tíð og so hvørva, gongst tað hjá mongum við tí, sum tey her í lívinum seta sítt álít á; tað er eina tíð og so hvørvur tað! Øll menniskju vilja hava okkurt at halda seg til, nakað at seta sítt álit á. Ofta seta vit álit til nakað av tí, sum hesin heimur hevur við sær, sum hevur somu avleiðing sum sápubløðran; tí tað hvørvur sum døgg fyri sól, knappliga stendur man eftir á berum. Men tann, sum setur álít sítt á Harran, hevur eitt grundarlag í sínum lívi, tí HANN, Harrin, sum eg líti á, hann var, er og verður – hann varar við, tá ið alt annað hvørvur.

Hvønn hevur tú sett álit títt á?

Hjartans lukkuligur er tann, sum lít sína hevur til Harrans.

Eg havi sett mítt álit á Jesus. Og havi hug at siga: Hvønn annan skuldi eg sett mítt  álit á? Alt annað í hesum heimi ridlar og broytist, men Jesus er ævigt óbroytiligur. Hann er í gjár og í dag hin sami.

Mong menniskju hava tað soleiðis, at tað síðsta tey seta sítt álit á er Gud. Tað skal henda nógv, áðrenn tey folda sínar hendur og biðja eina bøn; nógv royna alt møguligt áðrenn.

Um tú hevur tað soleiðis, kann eg bera tær hesi orð:

Sælur er maður, ið lít sína hevur til Harrans. Tað er gott at vita, at Gud hevur umsorgan fyri tí einstaka. Og tann, sum setur lít sína á Harran, skal vera sælur heima í Guds himli einaferð. Tí hevur hetta við at seta sítt álit á Harran bæði týdning her í lívinum og hinumegin deyða og grøv.

Tí kunnu vit siga sum Pætur:

Harri, hvønn skulu vit fara til, tú hevur orð hins æviga lívs.

Nei, tað er tað eingin, sum hevur uttan Gud, tí kunnu vit hava fult álit á honum. Hann skal halda okkum uppi.

Latum okkum tí seta okkara álit á Harran!