Sálmar og sangir
”Latið orð Krists búgva ríkliga hjá tykkum í øllum vísdómi, so at tit læra og áminna hvør annan við sálmum og lovsongum og andligum ljóðum, og syngja yndisliga Guði lov í hjørtum tykkara. ”
Kol.3,16
Tað, sum tú vilt, at børn skulu festa rót í og liva av andaliga, skalt tú syngja inn í sinni teirra. Og tú skalt byrja tíðliga. Sangurin hjá mammuni við vøgguna stemmar barnasálina í tí rætta tónalagnum. Tað, sum vit eldru halda vera vert at liva og doyggja uppá, skulu vit syngja inn í sinnið á børnum okkara.
Eg havi í fleiri ár havt eina sálmabók liggjandi á náttborði mínum bæði dag og nátt. Tí havi eg havt stóra gleði av, og vil fegin lata hetta lítla heimaráðið fara víðari til onnur.
Eg minnist frá barnaárum mínum, at tá ið tey eldru systkin míni komu heim at vitja sunnudag seinnapart, var tað ein sjálvfylgja, at vit skuldu syngja. So komu sálmabókin og sangbókin hjá Mortani Eskesen niður av hillini og so sungu vit av heilum huga, hóast eingin okkara dugdi serliga væl at syngja.
Tað er á einum staði, at sálmabókin altíð eigur at liggja, og tað er við sjúkrasongina. Eitt sálmavers kanst tú altíð lesa, og tað hendir, at eitt einstakt vers ella bara ein sálmaregla kann líva ein upp.
”Et ord med på vejen” E.C umsetti