Samfelag teirra heilagu

 

””Og tey hildu fast saman um læru ápostlanna og samfelagið og breyðbrótingina og bønirnar.””
Ápg. 2,42

 

Ein prestur, sum stundum plagar at hava morgunlestur í útvarpi, sigur her frá hugleiðingum sínum.

Og hvørja ferð verði eg ovfarin av, hvussu mong ið hava lurtað hesar morgnarnar. Fólk, sum eg ikki visti vildu nýta tíð til at lurta eftir einum morgunlestri. Fólk, sum sera sjáldan seta sín fót innum kirkjudyrnar – summi teirra reypa enntá av, at tey ikki hava verið har, síðan tey blivu konfirmerað ella giftust – koma og fortelja, at tey hava hoyrt morgunlesturin.

Onki nýtt er í hesum. Lurtarakanningar hava í mong ár víst, at átrúnaðarligar sendingar hava ein nógv størri lurtaraskara, enn ein skuldi hildið. Og á mangan hátt er tað at gleðast um. Men á hin bógvin er tað at øtast um. Boðanin gjøgnum útvarp og sjónvarp er frálík, tá ið hugsað verður um tey sjúku og gomlu og tey, sum eru bundin at arbeiði heima og á stovnum. Og hesin háttur er óførur og neyðugur, tá ið talan er um at náa út til teirra, sum ikki hava funnið loyndarmálið í samfelagi teirra heilagu.

Trúarjáttan okkara hevur jú eisini hesi orðini: ”Eg trúgvi á samfelag teirra heilagu”. Tað at koma saman er ein sosial funktíon. Summum dámar at ganga til konsertir; men tann upplivingin er neyvan tann sama, um tú ert tann einasti áhoyrarin. Og hvat er við einum landsdysti í fótbólti, um ikki mong eru komin saman at hyggja at?

Víst kanst tú grípa kristnu trúnna í lenistólinum, meðan tú situr einsamallur og lurtar. Men líka satt er eisini tað, at tann, sum játtar Jesus Kristus sum Frelsara, í somu løtu gerst partur av einum felagsskapi, einum samfelagi av trúgvandi um allan heim, og sum á mangan hátt eru ymisk.

Tú skilir tann í lenistólinum. Tað er tað lættasta. Men øll, sum hava lisið søguna hjá teim fyrstu kristnu(Ápostlasøguna), vita, at her verður ikki fyrst og fremst greitt frá glógvandi frásøgnum um Paulus, Pætur og Silas og øll hini, men her verður skrivað um teirra stríð, tár og sigrar í felagsskapi, tað sum vit sum kristin kalla ein meinigheit.

Føgur var fjøldin, ið forðum fann
frelsu í fedranna kirkju,
nú kemur framtíðin okkum ann,
kristnaður ungdómur einans kann
vera vár vón og várt virki.

Frelsarin kallar sítt fólk á fund,
skrýtt á hans herstevnudegi,
kallar tað fram, eins og morgunstund
døggina kallar úr fjallagrund,
villigt og vápnað og fegið.