Savnið tykkum ikki gripir á foldum

Skrivað: Tórur Jacobsen

“Savnið tykkum ikki gripir á foldum, har sum mølur og rustur eta, og har sum tjóvar bróta inn og stjala; men savnið tykkum gripir í himli, har sum hvørki mølur ella rustur etur, og har sum tjóvar ikki bróta inn og stjala. Tí har sum gripur tín er, har man hjarta títt eisini vera.” (Matt 6,19-21).

Í dagsins samfelag eru tey flestu av okkum nógv upptikin við, hvat er “In”, og hvat ikki er. Hvørjum klæðum ganga fólk í? Hvørja telefon skal man hava fyri at passa inn? Spurningar sum hesir eru relevantir hjá teimum flestu av okkum, sjálvt um vit kanska ikki hugsa um tað.

Jesus tosar eisini nógv um hetta evnið – nevniliga materialismuna. Eitt nú sigur hann við ríka unglingan (Matteus 19,16-26.), at hann skal selja alt, sum hann eigur og geva fátækum, fyri at kunna fáa ævigt lív. Merkir hetta so eisini, at vit ikki kunnu fylgja Jesusi, um vit ikki selja allar okkara ognir og geva fátækum? Nei. Jesus sá inn í hjartað hjá ríka unglinganum, og hann sá, at hesin maðurin hevði pengar og ognir sum avgud – nakað, sum ráddi yvir hansara lívi.

Jesus vil vera nummar eitt í okkara lívi, tí mugu vit ansa væl eftir, hvat vit brúka okkara tíð, orku og pengar uppá, so at tað ikki fær ræði á okkum – tað ræðið, sum Jesus ynskir at hava.

Nakað, sum er sera sunt fyri ein trúgvandi er at seta pengar av til at geva til Guds ríkis arbeiði og at geva til tey, ið hava tørv á tí. Á hendan hátt kann man savna gripir í himli, eins og Jesus sigur í Matteus 6, 20.