”Send honum ein dreym, Harri!”

 

”O, slíkt dýpi av ríkdómi og vísdómi og kunnskapi hjá Guði! Hvør órannsakandi eru dómar hansara og ósporandi vegir hansara! ”
Róm.11,33

 

Henda frásøgnin er um tveir ungar trúgvandi menn, sum vóru sera góðir vinmenn. Báðir vóru gripnir av Kristusi, teir vóru virksamir og arbeiðságrýtnir, og teir høvdu ríkar gávur upp á so mangar mátar. Eg hoyrdi sjálv, hvussu teir samtalaðu um andaligar lutir og bóðu og prísaðu Harra og Frelsara sínum.

Men tá ið nøkur tíð leið frá, kom ein broyting. Teir komu at kenna ein triðja-mann og vóru nú ofta saman við honum. Hesin maður var ikki trúgvandi. Tvørturímóti! Hann hevði als ongan áhuga fyri religiøsum lutum – og hann trúði ikki upp á nakran Gud. Hann var heilt ígjøgnum eitt verðsligt veitslumenniskja. Men hann var spennandi at vera saman við, ein listamaður, sum við sínum gløðandi góðhýri hevði sterka ávirkan á hesar ungu kristnu menninar. Meir og meir blivu teir rivnir við av hansara smittandi lívsstíli. Og at enda kom teirra andaliga lív í vanda.

Eg, sum hevði havt høvi at fylgt hesum viðurskiftum, gjørdist ómetaliga sorgarbundin, tá ið eg fataði, hvar tað bar. Eg fekk sovorðna neyð í mítt hjarta fyri hesum báðum kristnu unglingum, so eg mátti rópa til Gud fyri teir bæði tíðliga og seint: ”Steðga teimum, Harri og før teir aftur!”

Ja, soleiðis ljóðaðu mínar bønir hesa tíðina. Á, sum henda hending tók mær dygt.

So ein dagin, meðan eg hugsaði um hesi fólkini, stóð tað so greitt fyri mær, at eg skuldi biðja eina ávísa ítøkiliga bøn fyri ”triðja-manninum”. Tað var jú hann, sum var hin sanna orsøkin til ólukkuna hjá hinum báðum. Og bønin, eg bað, ljóðaði soleiðis:

”Harri, send honum ein dreym! Vek hann, so hann sær álvarsemið og ábyrgdina. Eg nái honum ikki, men tú nært honum. Tala Harri gjøgnum ein dreym!”

Tá ið nøkur tíð var fráliðin, fekk eg at hoyra nakað ógvuliga áhugavert. Hesir báðir trúgvandi unglingarnir høvdu fingið hvør sítt bræv frá tí verðsliga vinmanninum. Annað av hesum brøvum slapp eg av tilvild at lesa – og seinni slapp eg at eiga tað. Í dag er hetta sum eitt trúarinnar skjal fyri mær – eitt prógv um, at Harri mín hoyrir bønir. Hetta er í høvuðsheitinum tað, sum stóð í brævinum:

Kæri vinmaður!
Eg má siga tær eitt, sum var mær fyri nú fyrrapartin. Eftir at eg vaknaði(her á hotelrúminum), man eg vera sovnaður aftur, tí eg sá nakað, sum var heilt óskiljandi. Eg sá 17.mai skrúðgongurnar, bæði her og á Karl Johan í Oslo.
Fyrst sá eg bara veitsluróm og glað fólk allastaðni. Men so knappliga gjørdust øll sorgarbundin og døkk í ásjón – tí mong hvurvu og komu ikki afturíaftur! Tað gjørdist so sárt og óhugnaligt. Deyðaræðsla greip øll, og mong hugdu ill og brigslandi hvør at øðrum. Soleiðis hugdu tey eisini at mær! Tit vóru eisini har! Siga tey kristnu ikki okkurt um, at Jesus fer at koma aftur eftir sínum? Eg havi jú altíð hugsað, at djevurlin bert var til í Hitler-Týsklandi(var fangi har) – og at annars var bert at liva og doyggja – við einum góðum látri! Men er tað so, at eg skal hava mína væl uppiborna løn, so má ið hvussu er tú, sum sjálvur hevur hjálpt villfarnum sálum, royna at finna aftur til tín sjálvan og lív títt!

Hetta er nakað, sum eg MÁ skriva til tykkara …

Fyri mær er tað bara ”síðsti endin einaferð” – einsamallur og glataður. Men fyrigev mær tað, sum eg havi lokkað teg til. Eg orki ikki at liva, um eg havi ført ólukku yvir tykkum – og um tað, sum eg droymdi, skuldi gingið út …
Við bestu heilsan …

Hvussu tað síðan gekst hesum verðsliga ”triðja-manni” er mær ongantíð vorðið greitt. Men eg havi ta vón, at hann hóast sína vantrúgvandi medferð, gjøgnum tann angur, hann greiðir frá í omanfyristandandi brævi, at enda fann fram til Kristus. Dreymurin, Gud sendi honum um Jesu skjótu afturkomu, risti hann, ið hvussu er, upp úr svøvni! Og undurfult var tað, at Gud fekk brúkt hann á henda hátt at føra teir dølsku trúgvandi unglingarnar aftur í ellivta tíma. Harrin fái lov.

”O, slíkt dýpi av ríkdómi og vísdómi og kunnskapi hjá Gudi! Hvør órannsakandi eru dómar hansara og ósporandi vegir hansara!” Róm.11,33
E.Campbell umsetti