Síðsti fíggindin, ið týndur verður, er deyðin

Skrivað: C. Bartholdy
Týtt: Henry D. Joensen

“Síðsti fíggindin, ið týndur verður, er deyðin” (1 Kor 15,26).

Bíblian er veruleikatrúgv. Ikki so løgið, tí tað er Gud, ið talar. Deyðin er ein harður veruleiki, sum vit gera alt fyri at komast undan. Í ungdómsárunum, tá ið vit høvdu skund, læt tað í øllum førum hjá mongum seg ikki gera at steðga við tankan um deyðan – men nú ein er komin at ellisárum, ber ikki til at skáka sær undan. Meðan tað í dag er væl dámt at nevna deyðan ein vin. Hildið verður, at bara tú skírir fíggindan við øðrum navni og nevnir hann sín vin, so er í lagi. Tað var eisini leiðin, danska stjórnin noyddist at velja 9. apríl 1940, eftir týska hervaldið breyt sær veg um markið til Danmarkar og drupu undan sær ungar menn á leiðini. Tá samdist stjórnin um hugtakið: vit eru tó í grundini vinir.

Vit vita øll, hvussu leingi, hetta vardi. Eitt er tó vist: ein lygn hevur ikki langa livitíð.

Latið tí okkum ikki hava hetta sum eina ímynd. Deyðin er okkara fíggindi, og vit vera tí ongantíð vinir hansara, fyrrenn hann er vunnin; og vinna á deyðanum kunna vit ikki, bara boyggja okkum fyri honum.

Vit kenna tó ein, ið hevur vunnið á honum. Tann sigurin minnast vit og brátt allur heimurin við at halda sunnudagin heilagan. Lat fara, at mong ikki vita, hví vit halda sunnudagin heilagan – tað er okkum kunnugt. Guds fólk á jørð hava ein kong á himli, ið situr við Faðirsins høgru lið. “Hann gjørdi deyðan máttleysan og hevur brotið deyðans veldi.” Gud er tann livandi. Hann er skapari lívsins og heldur øllum uppi. Djevulin er oyðileggjarin, og hansara ræðuliga vápn, er deyðin, tann likamligi, andligi og tann ævigi deyði.

Jesus reis upp. Deyðin hevur ikki longur seinasta orðið her á jørðini; men tað hevur Jesus. Vit kunna tí við opnum eygum taka ímóti seinasta fígginda okkara.

Tí ævigt nú skínur lívsins ljós,

sum sjúkastu sál kann grøða.

(FS 327,3)