Sjónir og opinberingar av Jesusi 3:3
„Hvat skulu vit tá siga? Er nøkur órættvísi hjá Guði? Á ongum sinni! Tí at hann sigur við Móses: »Eg vil miskunna tí, sum eg miskunni, og eg vil eymka tann, sum eg eymki.« “
Rom. 9,14-15
Ein blindur maður úr Pakistan var á pílagrímsferð til Mekka. Meðan hann og fylgisneyti hansara ganga rundan um Kabain (hin svarta steinin), stígur ein maður fram yviri á hinari síðuni, tekur í hondina á honum og sigur: “Eg eri Jesus. Tú hoyrir ikki heima her. Far heim aftur til Pakistan, so skal eg geva tær sjónina aftur!”
Blindi maðurin skifti beinanvegin flogferðarseðilin um. Á flogvøllinum, tá ið teir skuldu fara úr Saudiarábia, fór hann so smátt at hóma ljós. Tá ið hann setti føturnar á pakistanska jørð, vórðu eygu hansara fullkomiliga latin upp.
Í einum øðrum arábiskum landi gav lærarin flokkinum, sum taldi 30 børn, nakrar uppgávur, sum tey skuldu gera, meðan hon var úti eina løtu. Beint eftir, at hon fór úr skúlastovuni, kemur ein maður inn og sigur, at hann eitur Jesus. Hann sigur, at Hann er deyður fyri syndir teirra og kann geva teimum ævigt lív. Øll børnini taka ímóti hesum einastandandi tilboði. – Og maðurin hvørvur.
Beint eftir, kemur lærarin aftur, og børnini siga henni um henda Jesus, sum hevur verið í skúlastovuni. Sum frá líður verður stór øsing millum foreldrini. Børnini verða avhoyrd eitt og eitt, og øll søgdu akkurát somu søguna.
Líknandi vitnisburðir streyma inn úr øllum tí muslimska heiminum. Frá teimum mest fjaru ættarbólkunum í Afrika, til Miðeystur, Evropa, USA og restina av heiminum.
Gud hoyrir róp Ísmaels í dag. Gud reisir eisini upp “Ánaniastænastur”, sum hava fingið lut í Guds opinberingum fyri Ísmaels ætt. Men sum ta ferðina, eru tey tíverri ikki í fleirtali í dag.
Róp Ísmaels
Rópið eftir Gudi og eftir Vatni og Breyði (Jesusi), fær okkum at skilja sálarfrøðina handan róp Ísmaels. Hví rópar Ísmael í dag? Uttan ein pápa hevur ein sonur ongan samleika (identitet).
Tú gerst sonur gjøgnum DNA frá faðir tínum. Ein trælur hevur sín samleika í sínum arbeiði.
Í dag er islam bygt upp sum ein minnisvarði kring róp Ísmaels.
Islam merkir: Geva seg upp í hendurnar á Gudi, geva seg undir Gud, sum ein tænari. Islam roynir at fylla tað tóma rúmið í hjørtum muslimanna. Teir vóna, at teir gjøgnum arbeiðið kunnu verða góðkendir av Gudi og sleppa undan dómi. Og flestallar kirkjur venda sær burtur frá teimum, tí tær óttast atsókn og jagstran.
Men nú eru teir so smátt farnir at varnast Pápa, sum gevur teimum vatn og breyð. Gud kallar á muslimarnar í hesi tíðini. Hann hoyrir teirra róp og letur upp teirra eygu. Hann vísir teimum Jesus. Gud vil geva teimum samleika (identitet) nú. Ísmael verður føddur av nýggjum! Og gjøgnum Jesus Kristus eru heidningarnir (íroknað skandinavar og muslimar) komnir inn í signing Ábrahams.
Trælkonan Hágar er sambært Nýggja Testamenti ein mynd upp á Móses og lóg jødanna. Lógin blakaði Ísmael út og gjørdi hann arvaleysan. Náðin í Jesusi Kristi hevur ført Ísmael aftur og inn í signing Ábrahams. Í Kristi er Ísmael samarvingi til lyftini.
Hetta er Guds tími fyri muslimska heimin. Ísmael má verða innheystaður, so at heidningafólkini kunnu koma inn í fullum tali, so at Jesus, Kongurin, kann koma aftur. Og tú og eg kunnu vera Guds frímóðigu Ánaniasar í okkara tíð. Effie Campbell umsetti
Edvard Poulsen

