Sjúkrahúsið er Guds gerningur
“Hvat skal eg Harranum geva aftur fyri allar vælgerðir hans móti mær?” (Sl 116,12)
Munnu tey flestu av okkum ikki onkuntíð hava verið ein beinleiðis lutur innan gyrðingina í tí vælgerð, ið eitur sjúkrahúsið? Tað er ein kristin uppfinning. Hon hevur røtur heilt aftur í miðøld, tá munkatíðin byrjar. Vit kunnu nevna átakið fyri tátíðar heimamissión. Sjúkrahúsini í býum okkara eru, eins og kirkjur og missiónshús, sjónlig tekin um, at okkara fólk í fylling tíðarinnar, tað er eini túsund ár eftir ta røttu fylling tíðarinnar, tá ið Jesus varð føddur, vórðu eitt doypt fólk.
Gerst ein sjúkur, gerst ein illa við. Fær strævið við at taka avgerðir. Sjúkrahúsið ræðir. Tað er staðið, har mong doyggja. Sjúkrahúsið er ein egin heimur. Har er ein noyddur at brynja seg við tolsemi. Eisini má ein læra seg at undrast á at síggja tey mongu, ið alt lívið síggja tað sum sína lívsuppgávu at vera um tey sjúku. Hetta er ein Guds gerningur, hesi fólk inna, læknar og sjúkrarøktarfrøðingar, annaðhvørt tey vita tað ella ei, tí hann er tað. Okkara íborna náttúra, gamli Ádam, vendir sær frá tí sjúka og sjúkrafongdum menniskjum, vil eins og skýggja tey. So hevur Gud funnið eitt starvslið av høgt lærdum fólkum, kvinnum og monnum, hvørs einasta uppgáva er at hjálpa, tæna og gera væl.
Sjúkrahúsini eru eitt Guds undur. Tey umboða eitt livandi minni um hann, “sum gekk umkring og gjørdi væl og grøddi øll tey, sum vóru illa stødd av djevlinum; tí at Gud var við honum” (Áps 10,38).
Hvørt eitt ljós á lívsins nátt
hvør ein troyst í lívsins trega,
alt, várt hjarta veit at gleða,
sálargrip og likamsmátt,
alt, ið vakurt eyga skoðar,
dýrd, oss andin gav í lut,
alt, oss milt í hjarta logar,
skapar kærleiki tín Gud.
(SB 34,1)