Skammast tú?
“Tí at tann, ið skammast við meg og orð míni í hesi trúleysu og syndafullu slekt, av honum skal menniskjusonurin skammast, tá ið hann kemur í dýrd faðirs síns við heilagum einglum.” (Mark 8,38)
“Ert tú kristin ella hvat?” Onkuntíð hevur ein hug at søkka niður og lata, sum at ein ikki hoyrdi negativa spurningin. “Ja í grundini…” kann tað kanska ljóða spakmælt og umberandi úr munni okkara.
Hvat er tað, sum ger, at vit kenna okkum avdúkað og fáa kensluna av skomm, tá ið onkur spyr okkum um hetta? Vit biðja ofta Gud um at brúka okkum, at vit mugu vera amboð í hansara hond. Men so tá ið møguleikin kemur, so halda vit ikki ordiliga, at tað er løtan til at fara at fortelja um, hvussu fantastiskur Jesus er og so framvegis.
Jesus sigur her við okkum, at tann, sum skammast við seg, hann skal Jesus skammast við, tá ið hann kemur við dýrd faðirs síns. Tað eru álvarsamar avleiðingar fyri nakað, sum kanska ikki tykist so álvarsligt.
Skapari heimsins vil hava samfelag við okkum neyðar syndugu menniskju. Er tað nakað at skammast av? Heldur er tað fantastiskt! Vit áttu at verið ovurfegin og sagt øðrum um henda gleðiboðskapin, at vit sleppa til himmals, og alt er fullgjørt; vit skulu bara taka ímóti!
Tá onkur spyr okkum, um vit eru kristin, áttu vit heldur at svara: Ja, sjálvandi; ert tú ikki?
Vit áttu at duga betur at brúka teir møguleikarnar, sum Gud gevur okkum til at vitna.
Fer ein møguleiki til spillis, fall tá ikki í fátt, tí vit vita jú, at Pætur avnoktaði Jesus tríggjar ferðir, men hóast tað ber altíð til at fara aftur til Jesus og biðja um fyrigeving.
Vit kunnu biðja Gud um at geva okkum enn fleiri møguleikar at vitna og biðja um fyrigeving fyri, at vit ofta hava lyndi til at skammast við hann. Vit biðja Gud um at gera okkum meiri frímóðig, og um at hann má geva okkum dirvi at siga øðrum um seg.