Skammist ikki

Skrivað: Rósa Pólsdóttir Olsen

Tað er flóvisligt at viðganga, men serliga tá eg var yngri, var eg so flov av at verða partur av einum kristnum felagsskapi, at tað faktiskt forðaði fyri, at eg bjóðaði øðrum við. Tað at alt ikki var perfekt, at tónleikurin kanska ikki ljóðaði líka væl, at onkur bað í einum snedigum tóna og so framegis. Tá eg hugsi um tað í dag, so gjørdi eg nógv fyri, at eg steig fram so kjekkað sum møguligt, soleiðis at tað kanska kundi verða við til at draga fólk á møti.

Eg hevði eisini ringt við at trúgva boðskapinum um Jesus, tá so nógv onnur søgdu, at tey trúðu ikki uppá, at tað var nakar Gud til, og at bíblian er full av lygnum. Um Gud var til, hví hevði hann so lovað øllum hesum ónskapinum inn í heimin? Tað er flovisligt, tað hongur saman við eini kenslu av, at mín trúgv á Jesus er kanska eitt sindur góðtrúgvin og ómøgulig at argumentera fyri.

Hetta er menniskjaóttin. Vit eru bangin fyri, hvussu onnur hyggja eftir okkum, og hvat tey hugsa um okkum.

Vit eru øll í vanda fyri at boyggja okkum fyri menniskjaóttanum. Tí er tað gott og vigtigt, at vit lurta eftir tí, sum Paulus skrivar í 2. Tim 1:7 “Tí at ikki gav Gud okkum mótloysis anda, men kraftar og kærleiks og hóvsemis anda”. Eg kann finna ta kraft og kærleika og hóvsemi frá hesum anda, sum Gud hevur givið mær, við dópinum til at standa ímóti óttanum, hvat onnur hugsa um meg. Henda kraftin vinnur yvir skommini á Jesus við eini gleði og stoltleika yvir at hoyra Jesusi til.

Gud minnir okkum á, at hansara andi, sum er kraft og kærleiki, býr í okkum og gevur okkum kraft og frímóð til at tæna Gudi og vitna um hann. Hann hevur givið okkum hesa náðigávu og biður okkum ikki skammast við hana, men brúka hana.