Skapa í Guðs mynd
Gud leit at øllum, sum hann hevði gjørt, og sí, tað var sera gott (1 Mós 1,31).
Hevur tú onkuntíð hugsað um, tá ið tú hyggur í eitt spegl, at tú ert skapt/skaptur í Guds mynd. Sjálvt um tú kanska heldur, at nøsin er í so stór, ella tú kundi ynskt tær ikki at havt frøknur. Tað er Gud í himlinum, ið hevur skapt teg, júst sum tann, tú ert.
Bíblian lærir, at vit eru skapt. Tað var ikki av tilvild, at heimurin varð til. Menniskja hevur ikki áður verið eitt djór, sum so við tíðini hevur ment seg og er vorðið menniskja.
Nei, tað er Gud, sum stendur aftanfyri alt. Tá ið hann skapti, segði hann tað við einum orði, so var tað veruleiki. Hann skapti burturúr ongum. Soleiðis er alt vorðið til, bæði náttúran, djórini og vit menniskju. Gud er nógv størri, enn vit kunnu hugsa, máta og kanna.
Tá ið Gud skapti menniskjað, skapti hann okkum sum menn og kvinnur. Gud leit at øllum, sum hann hevði skapað, og sá at alt var sera gott.
Tað merkir eisini, at Gud elskar teg, júst sum tann, tú ert, og júst soleiðis, sum tú sært út. Tað vil siga bæði við ov stórari nøs og við frøknum, ella hvat, tú heldur, kundi verið øðrvísi. Tú hevur stórt virði í Guds eygum.
Eisini tann, sum ber sjónligt brek, er skapað/skapaður í Guds mynd. Hvørt einasta menniskja hevur ómetaliga stórt virði. Tí skulu vit ikki hevja okkum og seta niður á onnur, ið kanska ikki eru heilt eins og vit.
Í himli var alt gott – alt var fullkomið. Men so kom ormurin og oyðilegði alt. Syndin kom inn í heimin, og menniskjað varð rikið út úr Páradísi. Vit kundu ikki vera saman við Gudi, tí í himli er ikki pláss fyri synd. Okkurt serligt mátti tí gerast, fyri at vit kunnu koma til himmals, tá ið vit doyggja – tað skulu vit hoyra meira um seinni í vikuni