Skuldarbræv mítt er útstrikað
”og strikaði út skuldabrævið, sum kom okkum við, og var skrivað við boðorðunum, tað sum var okkum ímót, og hann beindi fyri tí, við tað at hann negldi tað á krossin. ” Kol.2,14
Sum handilsmaður var mær fyri at fáa eitt krav sendandi upp á eina rokning, sum eg hevði goldið. Í fyrstuni gjørdist eg heilt argur, men tá ið eg hevði hugsað meg um, hvarv øðin. Fyrst ringdi eg til grannskoðara mín og bað hann gera so væl at senda mær eitt avrit av kvittanini. Á henni stendur nevniliga nummarið á vørurokningini, gjaldingardagur og peningaupphædd. Avritið festi eg so í kravbrævið, og við stórum bókstavum skrivaði eg so uppiyvir: GOLDIÐ.
Við eini vissari frøi sendi eg alt aftur til heilsøluna, sum kravið kom frá. Eftir hetta var sakin liðug, avgjørd og kom ongantíð fyri aftur.
At senda krav upp á eina rokning, sum er goldin, er heilt burturvið og eigur ikki at koma fyri; men viðhvørt gleppur, har menniskju eru uppií. Tað kemur ikki fyri hjá Gudi. Alt er rætt og í lagi í roknskapinum hjá honum, og hann krevur tí ongantíð tvær ferðir eina uppgerð fyri eitt og sama mál. Tað sum einaferð er goldið, er tí liðugt og avgjørt einaferð med alla. Hetta er ein undurfullur sannleiki fyri øll, sum trúgva tí, sum skrivað stendur í tí Heilagu Skriftini. Ja, tað er okkara kvittan.
”… strikaði út skuldabrævið, sum kom okkum við, og var skrivað við boðorðunum, tað sum var okkum ímót, og hann beindi fyri tí, við tað at hann negldi tað á krossin. ” Kol.2,14
Gjaldingardagurin var langifríggjadagur, og prísurin var Jesu blóð. ”men hesin hevur borið fram eittans offur fyri syndir, og er so setstur með alla við høgru hond Guðs, ” Hebr.10,12 So er tað altso satt, at ”syndin er sónað og skuldin goldin”. Eingin kann hereftir verða kravdur fyri tað, sum Kristus doyði fyri á Golgata krossi. ”Tí at heldur ikki dømir faðirin nakran, men hann hevur givið syninum allan dómin, ” Jóh.5,22.
Mit skyldbrev er utslettet,
min regning er betalt.
Han naglet det til korset
den gang han sonet alt.
Og alle mine synder
som jeg har gjort mot ham,
ble båret ut af verden
av det Guds offerlam.
Kortini kemur ein dómadagur, men dómurin geldur ikki heimsins syndir. Tann dómurin varð fullførdur á Golgata og kemur ongantíð aftur. Dómurin, sum stendur fyri framman, verður móti tí vanvirðing, sum menniskju hava víst Gudi. Tey vrakaður Guds kall og kveistraðu Jesu frelsuboð burtur. Tey traðkaðu hansara heilaga blóð undir føtur sínar. Eingin kann vænta, at hetta fer óátalað framvið. Hetta mást tú standa til svars fyri.
”Tí eiga vit tess meira at gáa eftir tí, sum vit hava hoyrt, fyri at vit ikki skulu reka burtur av leið. Tí at tá ið tað orðið, sum talað varð við einglum, stóð óvikað, og hvørt brot og ólýdni fekk sítt rætta endurgjald, hvussu skulu vit tá sleppa undan, um vit einki leggja í eina so stóra frelsu, sum, aftan á at hon í fyrstuni varð boðað við Harranum, er vorðin staðfest fyri okkum av teimum, sum høvdu hoyrt hann, ”
Hebr.2,1-3
Latið okkum standa óvikandi føst. ”Tí at vit, sum hava tikið við trúgv, ganga inn til hvíldina, …” Hebr.4,3
E.Campell umsetti