Skyldar tú nakrantíð uppá hini?

Skrivað: Hans Kristian Justesen

Møguliga ert tú ein persónur, sum altíð megnar at taka fulla ábyrgd fyri øllum tí, sum tú hugsar, sigur og gert. Eg má viðganga, at eg mangan ikki megni tað.

Ofta tykist tað lættari ikki at taka ábyrgd ella viðganga mín part av støðuni, tá tað gongur illa í hond ella onkur feilur er gjørdur. Lættari at lata hini eiga skyldina, serliga tá tað kostar, ella er vandi fyri, at eg komi at síggja verri út í eygunum hjá hinum.

Men tað kann skjótt gerast vandamikið at liva lívið soleiðis! Tí hvussu skalt tú kunna læra nakað av tínum feilum, um tú ikki vilt viðganga, at tað vóru tínir feilir, men ístaðin bert hugsaði um at peika á hini?

Um vit eru ærlig, so er tað heldur ikki serliga hugnaligt og gevandi at arbeiða ella vera saman við persónum, sum ongantíð viðganga sín part av trupulleikanum, men heldur alla tíðina koyra skyldina víðari til onnur.

Hetta kann eisini førast yvir á tað andaliga:

Eingin av okkum kann siga seg frían fyri at hugsa ein syndugan tanka ella taka eina sjálvsøkna avgerð! Millum annað hetta avdúkar okkum øll sum ófullkomin menniskju og ger, at vit hava brúk fyri Jesu frelsu, sum hann vann okkum á krossinum.

Í Jóhannesi 8,31 lesa vit, at vit skulu læra at kenna sannleikan og at sannleikin skal fría okkum.

Tað, at vit kenna og viðganga okkara ófullkomnu støðu sum menniskju, ger tað møguligt hjá Jesusi at hjálpa okkum!

Saman við Jesusi skulu vit als ikki óttast fyri at verða eyðmýkt, dumma okkum ella á annan máta missa nakað. Saman við Jesusi er tað gott at verða avdúkaður. Tí so kann Jesus frelsa okkum og hjálpa okkum við okkara avbjóðingum og trupulleikum.

Um tú ikki vilt viðganga tína støðu, fær Jesus heldur ikki hjálpt tær!