Sleppi eg til himmals?
Tí at hitt góða, sum eg vil, geri eg ikki; men hitt illa, sum eg ikki vil, tað geri eg (Róm 7,19).
– Tað var ikki mín skyld. Tað var Kári, sum slerdi fyrst, segði Mikkjal.
– Nei, segði Kári. Tað var Mikkjal, sum segði, at eg var býttur.
Tú hevur óivað lært, at tað er skeivt bæði at arga og at sláa. Tað passar. Men eisini tey, sum annars at síggja til skikka sær væl, eru syndarar. Onkur baktalar onkran annan, onkur tekur okkurt niður á netinum, sum ikki er loyvt at taka niður, og onkur elskar ikki Gud av heilum og fullum hjarta.
At synda er meir enn tað, vit gera skeivt. Vit eru syndarar – og tí synda vit. Bíblian lærir, at vit eru øll fødd í synd. Ádam og Eva syndaðu og vórðu rikin út úr Páradísi. Síðani eru øll fólk fødd sum syndarar. Eingin er uttan synd – ikki ein tann einasti. Sjálvt ikki ein lítil fittur óskyldigur nýføðingur.
Synd er tí ikki bara nakað, vit gera, men ein støða, vit eru í. Alt hjá okkum er tí dálkað av synd. Syndin skilir okkum frá Gudi. Tað merkir, at vit kunnu ikki vera har, sum Gud er – í himlinum. Um vit ordiliga royna at skikka okkum væl og gera nógv gott, so fær tað kortini ikki Gud at síggja burtur frá syndini, vit hava gjørt, og góðtaka okkum.
Hann sigur ikki: “Eg síggi, at tú hevur gjørt rættiliga nógv gott, eg haldi, at eg skal lova tær inn í himmalin.”
Nei, Guds krøv eru nógv hægri enn okkara. Tá ið vit doyggja, ella tá ið Jesus kemur aftur, eru tvey støð, vit kunnu enda. Tað er himmalin, saman við Jesusi og Gudi, ella tað er glatan í allar ævir burtur frá Gudi. Himmalin er bara fyri tey, sum hava livað eitt fullkomið lív uttan nakra synd. Eingin okkara kann uppfylla krøvini. Syndin er so álvarsom, at vit hava ongan møguleika at bjarga okkum sjálvum til himmals.
Tað er bara ein møguleiki. Hann eitur JESUS.