So ert tú djarvari enn Jesus sjálvur
Eg hoyrdi eina talu fyri kortum um bøn. Dentur varð lagdur á, hvussu týdningarmikið tað er, at vit biðja, at vit tosa við Gud og veruliga geva honum okkara tíð.
Talarin tosaði um, hvussu ofta, og hvussu nógv Jesus bað. Síðani vendi hann til okkum og spurdi: biður tú áðrenn tú skalt taka avgerðir? Um ikki, so ert tú djarvari enn Jesus sjálvur – Tað var serliga henda reglan í taluni, ið fangaði meg.
Jesus fór upp áðrenn tað var ljóst. Jesus bað um náttina. Jesus fór frá mannamúgvuni at biðja. Jesus fór út í oyðimørkina at biðja. Jesus bað og bað, tí hann hevði tørv á tí. Um Jesus hevði tørv á at biðja, hvussu nógv meir hava vit so tørv á at biðja?
“Men tú, tá ið tú heldur bøn, tá far innar í kamar títt og lat aftur hurð tína og bið til faðir tín, sum er í loyndum, og faðir tín, sum sær í loyndum, skal gjalda tær” (Matt 6,6).
Vit hava tørv á at biðja og at vera saman við faðiri okkara – meir enn teir fimm minuttirnar áðrenn vit leggja okkum at sova um kvøldið.
Biður tú til Gud, áðrenn tú skalt taka avgerðir – stórar ella lítlar? Ella ert tú djarvari enn Jesus?