Søk tær skjól undir Jesu ørmum
“Jerúsalem, Jerúsalem! tú sum tekur profetarnar av lívi og steinar teir, sum eru sendir til tín, hvussu ofta havi eg viljað savnað saman børn tíni, eins og høna ungar sínar undir veingirnar á sær, – og tit vildu ikki” (Luk 13,34).
Eftir ein skógareld varð ein høna funnin, sum hevði savnað ungar sínar undir veingir sínar. Alt var deytt og avsviðið rundan um hana. Hønan var deyð, men ungarnir livdu og vóru óskalaðir. Soleiðis vil Jesus savna okkum menniskju undir sínar veingir. Tá ið hann doyði á krossinum, tók hann revsingina fyri allar okkara syndir. Allar tínar skeivu hugsanir, orð og gerðir, tað tók hann revsingina fyri, alt samalt. Ja, alla heimsins synd. Vend tí um frá tínum óndu gerðum og fá eitt nýtt sinnalag, trúgv gleðiboðskapinum.
Í gleðiboðskapinum verður Guds rættvísi av trúgv avdúkað til trúgv (Róm 1,17). Í gleðiboðskapinum hoyra vit um, hví Gud er rættvísur, tá ið hann fyrigevur syndaranum, sum trýr á Jesus. Tá ið tú lesur um Jesus, hvussu hann livdi og elskaði Gud í himni og næsta sín, so skalt tú samstundis minnast til, at tað gjørdi hann fyri teg. Og tá ið tú lesur um pínslu og deyða hansara, so var tað fyri teg.