Soleiðis er Gud
”Men sonurin segði við hann: »Faðir, eg havi syndað ímóti himlinum og ímóti tær; ikki eri eg longur verdur at eita sonur tín.« ”
Luk.15,21
Hin kendi norski vekingarprædikanturin, Albert Lunde, segði einaferð frá, hvussu hann beint áðrenn hann skuldi gera ferð til Amerika, hitti eina gamla konu, sum bað hann royna at koma á tal við son sín, um hann kom til Boston, har sonurin búði.
-Hvat skal eg siga? Spurdi Lunde.
-Eg eri bangin fyri, at sonur mín gongur har yviri og heldur, at eg eri ill við hann, tí hann tók alt frá mær; men um tygum finna hann, sig so, at eg havi fyrigivið honum alt.
-Hetta eru góð boð at fara við. Er tað nakað annað, tygum vilja hava meg at siga?
-So kunnu tygum siga, at eg elski hann sum áður, so veit hann sjálvur…
-Er tað meira?
-Ikki annað enn, um tygum fingu høvi til tað, so bið hann skriva.
Á ferðini um Atlantshavið gekk Albert Lunde týðum aftur og fram eftir dekkinum og hugsaði um kærleikan hjá hesi móður.
Ein dagin stóð hann so við bivandi hjarta uttan fyri hurðina hjá soninum og bankaði uppá.
-Eg skal heilsa tær frá móður tíni! -Livir móðir? Ja, og hon bað meg siga tær, at hon var ikki vreið inn á teg, men hevði fyrigivið tær alt.
Hin ungi maðurin var um at bresta í grát, tá hann møtti móðurinnar kærleika gjøgnum hesa heilsan.
-Segði móðir meira? Spurdi hann.
-Ja, hon bað meg siga, at hon elskaði teg eins og áður. So visti tú sjálvur… Og um hon einaferð kom at frætta frá tær, so vildi hon vissuliga verða ógvuliga fegin, kundi eg síggja á henni.
Eins og henda móðurin gekk og longdist eftir at fáa borið syni sínum boð um kærleika sín, soleiðis leingist Gudi eftir at fáa sagt við hvønn okkara: Eg eri ikki longur vreiður inn á teg; eg havi fyrigivið tær allar syndir tínar; tær eru bøttar hina ferðina, Jesus doyði á krossinum.
Men eg leingist eftir at hoyra frá tær. Nær kemur tú aftur.