Spakføri er styrki!

Skrivað: Suffía Nón

 

“við øllum lítillæti og spakføri og langmóði, so at tit umbera hvør annan í kærleika.” (Ef 4,2)

Ofta hava vit lyndi til at meta, at tað at vera spakførur er tað sama sum at verða veikur.

Vit hava lyndi til at halda, at ein persónur, ið er harðrendur og vísir vreiði, illsinni og hóttan er ein sterkur persónur, men tann spakføri afturímóti kann verða tikin fyri at vera veikur og ikki klára seg so væl í mótgongd.

Men tað at vera spakførur og eyðmjúkur er als ikki tað sama sum at vera veikur. Nei, spakføri og langmóð er innara styrki í Kristusi.

Tann spakføri hevur lært at hava tamarhald á sínum sinni og leypur tí ikki framav í vreiði, um viðkomandi verður provokeraður ella argaður.

Spakføri og eyðmjúkleiki gevur í andanum styrki til venda hin vangan til. Tað gevur ró og frið mitt í storminum og áganginum.

Tann spakføri ivast ikki, ella gerst argur, tá ið hann møtir mótgongd, tí hann hevur álit á Harran og hevur frið mitt í storminum.

Tann spakføri sigur sannleikan og vísir náði. Tann spakføri er ikki óttafullur, men er djarvur sum ein leyva, tá ið hann møtir fíggjandanum. Tí spakføra nýtist ikki at flýggja, tá ið á stendur, tí hann er tryggur í Harranum og veit, at Harrin er við honum.

Eyðmjúkleiki og spakføri er ikki veikleiki, men styrki! … og hetta er okkara Harri Jesus Kristus eitt gott dømi um.

Suffía Nón, Fuglafjørður