Spyr eftir Guds vilja
”Eg skal syngja, syngja fyri Harranum, lovsyngja Harranum, Ísraels Gudi!” (Dóm 5,3b)
Eitt tíðarskeið í Ísraels søgu varð leiðarin fyri fólkið róptur dómari. Ein av hesum var profetkonan Debora.
Um hetta mundið ger fremmandafólk seg inn á Ísrael. Av ótta fyri fíggindanum ferðast fólkið ikki eftir vegunum, men heldur eftir ymiskum sniðgøtum. Bygdir liggja manntómar av ótta fyri álopi, og fólkið heldur til í fjøllunum.
Hví? Hvat var hent? Jú, fólkið vildi ikki lurta eftir ávaringunum, sum Harrin gav teimum. “Um tit gloyma meg og elta aðrar gudar, vil eg lata fíggindan fáa vald á tykkum”. Og tað var júst tað, sum hent var. Tá vit sum Guds børn sløsa við okkara gudsdyrkan, fær fíggindin (djevulin) betri møguleikar at herja í lívi okkara. Tess meira vit halda okkum til Harrans og spyrja eftir vilja hansara, tess betur eru vit fyri til varnar og grundfestan av trúgv okkara. Og ikki um at tala, tá vit skulu vinna nýtt land í Guds ríki, dríva missión, sum er aðalmálið hjá okkum, ta tíð vit liva her á jørð!
Tá fólkið rópar til Harrans um hjálp, biður Debora Bárak um at leiða fólkið í stríði ímóti fíggindanum. Við Harrans hjálp vinna tey sigur og kunnu lovsynga Harranum.
Tað vóru tó ikki allar tólv Ísraels ættir, ið tóku lut í stríðnum. Millum annað Rubens ætt. Tey komu ikki longur enn at tingast (ivast) aftur og fram um støðuna. Tað hóvaði teimum betur at hoyra hirðafloytuna enn krígslúðurin. Tað er gott við samráðingum og ætlanum, men um ikki ítøkiligar handlingar fylga við, er tað spill av tíð og orku. Tað koma tíðir í lívi okkara, har vit mugu sleppa tí “makliga” og vága lívið.
Takk fyri tey, ið standa upp í stríð fyri Jesus, men “heiður, dýrd og æran, øll er hans”.