Steðga á!
Tú hevur skund. Frá løtuni, tá vekkarin vakir teg, og til tú á kvøldi aftur setir vekkaran til næsta dag, er full ferð á. Tað er ikki tíð til at sita niðri og eta morgunmat, tað er ikki tíð til at halda seg til hámarksferðina tá farið verður til arbeiðis, tað er ikki tíð til nakað.
Hetta er helst nakað, ið fleiri av okkum kenna aftur uppá onkran máta ella kenna onkran, ið hevur tað uppá hendan máta. Vit skulu alla tíðina okkurt, og hava ikki tíð at steðga á. Men steðga nú á! Trýst á ”pause” á fjarstýringini og steðga á. Ver stillur fyri tær sjálvum og stillur fyri Jesusi. Tú hevur tíð!
”Kanna meg, Gud, og kenn mítt hjarta, rannsaka meg og kenn mína hugsan! Vita, um eg gangi á glatunarvegi og leið meg hin æviga vegin!” (Sl 139,23-24).
Tú hevur so nógvan skund, men hvar fert tú? Hevur tú so stóran skund, at tú ikki hevur tíð at steðga á og brúka tíð saman við honum, sum gav tær lívið? Ver stillur fyri Jesusi, og søk hann hvønn dag, tí tú hevur tíð, og hann ynskir at vera tín hirði og leiða teg á mál. Hann er tín vegleiðari og gevur tær ráð, og tá alt annað í lívinum tykist at ridla, so er hann hjá! Brúka tíð saman við Jesusi, og tosa við hann, tí hann ynskir samfelag við teg.
”Ver stilt fyri Jesusi hjartað,
hann fyri tær veit ráð,
fest eyga á hann í stríðnum,
og tú skalt sigur fá!
Ver kvirrur og lít á Jesus,
hann leiðir teg á mál,
um heimur íkring teg brúsar,
hjá honum ver kvirr, o, sál.”
(Nr. 15 í Missiónssangbókini)
Steðga á – og um tú ikki hevur tíð, so tak tær tíð.