Sterki vitnisburðurin hjá ónevndu kvinnuni

”Komið, latum okkum fara fyri rættin, sigur Harrin. Um syndir tykkara eru sum skarlak, kunnu tær verða hvítar sum mjøll; um tær eru reyðar sum purpur, kunnu tær verða hvítar sum ull. ”
Jes.1,18

 

Á hávetri og í byrjanini av borgarakrígnum í Norðuramerika, 1861-65, eitt kríggj, sum annars endaði við, at trælahaldið varð tikið av, doyði ein ung kvinna, ein myrkan leygarmorgun. Hon var bara 22 ára gomul, og hon var innløgd á eitt av sjúkrahúsunum í handilsbýnum Cincinnati, næststørsta býnum í statinum Ohio. Har búðu um. 385.000 fólk. Fyrr hevði henda unga kvinnan verið viðgitin fyri vakurleika sín. Øll høvdu verið hugtikin av henni, men nú fyri nøkrum árum síðan var hon vorðin merkt av sínum floksuta levnaði. Syndin hevði líkasum longu skrivað navn sítt á pannuna á hesi føgru gentu. Hon var ein fallin kvinna.

 

Einaferð hevði hon verið ein heiðursverd ung genta, so sum foreldur hennara vóru tað. Við andans gávum, skilagóð og mentað og við síni hugtakandi medferð, kundi hon havt verið ein stjørna í fremstu røð, fyri heim sítt og land sítt, men júst, tá ið dyrnar gloppaðust frá teimum sorgleysu barnaárunum og inn til vaksnan aldur, viltist hon og valdi skeiva vegin. Fyrsta skeiva stigið, hon steig, var tað, sum túsund onnur so ofta hava stigið – fótasporið inn í siðloysi og ólevnað – og við tí oyðilegði hon sítt góða navn og umdømi.

 

Eftir eitt lív í ólevnaði og ein burturspiltan ungdóm mátti hon doyggja sum eitt útskot, niðurboygd og í mannminkan. Men eftir at henda ónevnda kvinnan var deyð, funnu tey í tí, sum lá eftir hana, eitt pappírsark, sum óivað var skrivað seinastu lividagar hennara. Á hesum arki stóð ein yrking við hesi yvirskrift: Fagri kavi!(Beautiful snow!). Henda yrking vakti beinanvegin stóran ans. Blaðstjórin á einum av bløðunum í býnum gjørdist bilsin , tá ið hann hoyrdi um hana. Longu dagin eftir, at kvinnan var deyð, sunnumorgun, stóð yrkingin í blaðnum. Soleiðis bleiv hesin undurfagri, yndisligi, andsfylti og kristiligi iðranarsálmurin gjørdur almannakunnugur fyri fyrstu ferð. Seinni hava landsmenn hennara av røttum mett yrkingina sum eitt av stórbærastu verkunum innan bókmentir.

 

Sagt verður frá, at ein av teimum stóru yrkjarunum í Norðuramerika las yrkingina saman morgunin, sum kvinnan skuldi jarðast, og varð so rørdur, at hann beinanvegin fór út á sjúkrahúskapellið at fylgja kvinnuni til seinasta hvíldarstað hennara.

 

Yrkingin, sum hon hevði skrivað, er nokk so long, men hon er ein játtan og ein vitnisburður um eina neyð og eina náði, sum gevur okkum, sum lesa hana, orsøk at halda, at mong slík sum hon ganga undan okkum inn í himmalsins dýrd. Jes.1,18

E.Campbell umsetti