Stirdar mannasálir
„Gevið, tá skal tykkum verða givið; eitt gott, stappað, stungið, høgrokað
mál skulu tey geva tykkum í fang; tí at við tí máli, sum tit mála, skal
tykkum aftur verða mált.«“
Luk.6,38
Á garði í Svøríki varð ein dagin funnin ein bóndi, ið lá deyður í song síni.
Hann var stirdur í hel. Seinni kom fram, at bóndin ikki bert átti garðin
skuldafrían, men væl afturat í bankanum. Kortini lá hann innideyður í
kulda, tí hann ikki „hevði ráð“ at leggja í ovnin. Hitt verra hjá hesum
manni var tó tað, at hann var stirdur innan, tí hann var ein trælur hjá
peninginum.
Sanniliga, mammon er harður harri at tæna, tað man mangur hava sannað.
Peningur er góður tænari, men ræðuligur harri. Men gakk, ikki er tað bert
pengar, fólk ikki unna sær at brúka: Hugsið um øll tey stirdu menniskju,
sum aldri hava ráð til eitt blídligt smíl ella eitt vinarligt orð, ella aldri koma
fram at einum barni uttan at deila um eitt ella annað.
Tað yður av stirdum mannasálum. Hvat er gírni annað enn havisjúka.
Onnur mugu einki fáa, alt skal ein sjálvur hava. Eisini hann, sum strevar
seg gjøgnum lívið, verður øvundaður av hinum gíriga, tí hesin ber ótta fyri,
at ov lítið verður í sín part.
Neyðars menniskja, sum aldri hevur lært, at tess meira ein letur og unnar
sínum granna, tess ríkari verður ein sjálvur, og tess størri gleði verður í
eins egna lívi.
Var tað ikki tað, Jesus segði: Gevið, so skal tykkum verða givið! Tann,
sum fatar, at alt, vit her hava, er borgað góðs ella eitt húsarhald, vit skulu
umsita, hevur ráð til at hjálpa øðrum, ið fingu minni, og hann hevur ráð til
at gleðast saman við hinum.
Gevið, so skal tykkum verða givið!
A.J