Størsta gávan

Skrivað: Marita Eckhardt Tróndheim

Jólaresið er uppá sítt hægsta. Tær síðstu jólagávurnar skulu keypast, og syrgjast skal fyri, at fólk hava nóg mikið av mati við hús, so tað verður keypt og keypt, tí ikki er stuttligt at mangla róma jólaaftan!

Tað er ikki eiti á, so strongd fólk gerast, nú stákast verður til jóla. Eg hugsi, tey fyrstu jólini vóru øðrvísi.

Ein lítil stallur í Betlehem. Har er myrkt og luktar kanska eitt sindur av hoyggi og seyði ella kanska neytum. Har er so sera friðarligt. Einasta ljóðið er eymkanin av einum nýføddum barni, sum mamman liggur við í einum króki. Pápin situr við lið teirra við eini lítlari lykt, og tárini renna av kjálkum hansara. Hann veit, at hóast hann ikki eigur sonin, so er hann givin honum sum gáva. Honum eins væl og øllum øðrum menniskjum. Kenslan er ov stór, og kærleikin til lítla dreingjabarnið fyllir stallin. Tað er jú sjálvur himinin, ið liggur har og svevur!

Nakrir hirðar nærkast stallinum nú, tí teir fingu boð frá einglum at fara hagar. Hirðarnir hava aldri verið úti fyri slíkum áður og eru sera spentir: ‘Man tað vera Messias, ið endiliga er komin?’ Stutt haðani eru eisini nakrir vísmenn ávegis, tí teir hava sæð eina stjørnu, ið boðar frá, at ein kongur er føddur: ‘Hvør man kongurin vera?’

Nei, eg haldi, fyrstu jólini vóru eini heilt onnur enn jólini í dag. Har Jesusbarnið var einasta miðpunktið, er hann í dag ofta skúgvaður til síðis. Vit gerast ov upptikin av jólunum til at minnast orsøkina til tey. Orsøkin er ein lítillátin, friðarlig hending í hesum lítla stallinum fyri nógvum árum síðani. Tá rukku teir himmalsku armarnir teir jarðisku, og himinin trein niður til okkara fyri at geva okkum lív og frið.

Óivað liggja nógvar gávur undir okkara jólatrøum aftur í ár, men størstu gávuna fingu vit, tá Jesus Kristus kom til jørð.

Takk fái fyri jólaboð,

tú einglaherur ljósi!

Takk, Gud, sum elskar okkum so!

Takk, barnið føtt í fjósi!

So lítillátin, Harri mín,

tú vart, – um heim nú heiður tín

ótaldar tungur bera.

(MS 102,5)