Størstur er kærleikin

 

”Men nú verða tey verandi, trúgv, vón og kærleiki, hesi trý, men størstur av teimum er kærleikin.”
1.Kor.13,13

 

Hásongur kærleikans, sum hesi orðini eru tikin úr, er uppi í teim kendastu og oftast nevndu bíbliuorðunum, sum finnast, hóast tey stava frá Paulusi, sum mongum, ið nýta tey, als ikki dámar.

Men tíverri verða hesi orðini ofta mistulkað, so ein fær ta fatan, at trúgv og vón eru óneyðug, um bert tú hevur kærleika. Men eins og trúgvin og vónin eru virðisleys uttan kærleika, so er kærleikin tómur uttan trúgv og vón. Hesi trý hoyra saman. Tey verða verandi og kunna ikki skiljast hvørt frá øðrum fyrr enn tann dagin, tá ið Jesus kemur aftur.

Tann dagin er trúgvin ikki longur trúgv, men vitan, tí tá skulu vit síggja Jesus andlit til andlits. Tá er vónin ikki longur vón, tí at hon er uppfylt. Men kærleikin verður verandi og skal fevna um okkum fult og heilt í Guds æviga ríki. Tí er hann størstur, og tí er kærleikin ikki bert at sýna vinarligar kenslur og hugsanir ella annað, sum kann fjala út yvir markið millum rætt og órætt, sannleika og lygn.

Her er ikki talan um menniskjaligan kærleika í breiðari merking; men tann kærleikan, sum er frá Gudi, og sum verður stýrdur av Gudi við Orði og Anda.

Har sum krossurin er, finst tí tann kærleikin, sum er langmóðigur og góðviljaður, sum hvørki er stórorðaður ella blæsur seg upp, sum hvørki hevur ósømiligan atburð ella søkir sítt egna, sum hvørki ilskast ella er illmintur, sum ikki gleðist yvir órættvísini, men saman við sannleikanum, og sum tolir alt, trýr øllum, vónar alt, ber alt.

Har sum krossurin er.

Styrk meg, Gud Faðir, so glaður tín vilja eg geri,
elski títt orð og tín heiður um bygdir út beri;
likam og sál
hugur og verk várt og mál
altíð til vildar tær veri!