Stórur máttur í bønini

Skrivað: Frants Jensen

“Fjar veri mær tann synd móti Harranum, at eg haldi uppat at biðja til Harrans fyri tykkum” (1. Sám 12,23)

Tað er Sámuel profetur, sum sigur hesi orð. Hann vil ikki halda uppat at biðja fyri fólkinum, sjálvt um tey hava syndað. Her hava vit nakað at læra. Synd er ikki bara at bróta eitt ella fleiri av teimum 10 boðunum. Synd er eisini tað, sum vit forsøma at gera.
Tað var møguliga onkur, ið eg átti at havt vitjað, og í onkrum øðrum føri skuldi eg havt talað, men eg tagdi, og so var tað eisini onkur, ið Gud minti meg á at biðja fyri, men eg gloymdi tað.

Men Harrin sýnir náði. Hann byrjar av nýggjum við okkum.

Eg havi júst lisið nakrar søgur um, hvør megi er í bønini. Millum annað var ein kvinna, sum hevði møtt einum 7 ára gomlum dreingi, sum hevði sagt, at eingin elskaði hann. Hon fór at biðja fyri honum og bað regluliga fyri honum í eini 30 ár. Drongurin kom út í lógarbrot, rústrupulleikar, harðskap og endaði í fongsli. At enda var hann uppgivin av sálarfrøðingum og øðrum. Men Gud hoyrdi bønirnar. Í fongslinum varð hann umvendur og tók við trúgv á Jesus.

Harrin leggur helst eisini onkran á okkara hjarta at biðja fyri. Lat okkum vera trúføst í bønini. Harrin svarar í sínum tíma.