Støvið er sum syndin

Skrivað: Jórun Eið Johannesen

Ein summardag var eg sum smágenta eini ørindi inni hjá eini eldri konu. Meðan eg soleiðis standi og bíði eftir einumhvørjum, sigur hon mest sum fyri seg sjálva: “Støvið er sum syndin, tað kemur aftur og aftur.” Heimafturkomin mátti eg siga mammu hesa undarligu samanbering. Tá fekk eg eina skilagóða frágreiðing og skilti, at konan hevði grein í sínum máli. Ongin av okkum er fullkomin. Vit bæði snáva og detta, hóast vit royna okkara besta. Í Jesaja 44, 22 lesa vit: “Sum royk eg striki út tíni misbrot og sum skýggj tínar syndir; vend við til mín, tí eg eri loysnari tín.” Biðja vit Gud um fyrigeving, so fyrigevur hann. Har er onki ivamál. Tá hann sleppur at gera høvuðsreint í okkara lívi, tá stendur støvrokið frá. Støvrokilsið blívur til onkis eins og myrkrið, sum hvørvur fyri ljósinum. Tá Gud kemur við sínum kærleiksfulla støvsúgvara, blíva vit rein og lýtaleys í hansara eygum.